EB/Streymur hevði í kvøld møguleikan at leggja sjógv niður til B36, men teir á oddaliðnum tóku ikki av. Hinvegin helt HB samband við oddin í Formuladeildini.
HB legði bragdliga fyri í góðveðrinum. Bert tríggir minuttir vóru farnir, tá ið Jákup á Borg fann Rógva Jacobsen, sum trygt setti bóltin í netið til 1-0. Eftir hetta leikaði javnt á, og bæði liðini royndu fram eftir vøllinum. EB/Streymur kom kanska ov langt fram, tí tá ið eitt korter var farið, økti Jákup á Borg eftir snarálop. 2-0 var eisini hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki kom bert eitt mál, og hetta málið átti HB. Tór-Ingar Akselsen varð spældur leysur í vinstru síðu, hann sendi bóltin innfyri, og har stóð Ronnie Samuelsen og beindi bóltin í egið net. Eitt heldur klossut sjálvmál, sum málverjin hjá EB/Streymi, René Tórgarð, kanska kundi havt vart fyri.
EB/Streymur er hóast tapið framvegis oddalið, men HB otar seg við sigrinum nærri oddinum. Toppurin í Formuladeildini sær nú soleiðis út:
EB/Streymur, 21 stig
B36, 20 stig
NSÍ, 18 stig
HB, 17 stig