HB kann taka tindin

Víkingur fyrireikar seg at fara í Gundadal við tí setningi at styrkja um møguleikan eisini í 2024 at luttaka í Europa

Fríggjakvøldið dystaðust Víkingur og HB um rættin at halda fram í kappingini um løgmanssteypið. Tann rættin fóru havnarmenn úr Sarpugerði við. Eftir vanliga leiktíð var 1-1, og fram ímóti endanum í longdu leiktíðini skoraði HB 2-1 sigursmálið.

 

Klokkan 18 í kvøld bresta HB og Víkingur saman aftur. Nú verður tað í landskappingini, og í kvøld eigur HB heimavøll.

 

HB er næstovast á støðutalvuni – 13 stig og tvey stig aftanfyri KÍ – og tað vil siga, at um tað í kvøld eydnast HB at vinna fulla úrtøku, so verður HB nýtt topplið. Soleiðis verður tað í hvussu so er inntil í annaðkvøld, tá ið KÍ fer at spæla á Toftum.

 

Í steypadystinum fríggjakvøldið var Mikkel Dahl á vøllinum, inntil tað varð farið undir longdu leiktíðina. Tað sást væl, at hann var ikki heilt væl fyri. Mads Borchers var í álopinum alla tíðina, meðan einki sást til Jákup L. Thomsen, sum higartil í ár ofta er skiftur inn, men sum ikki var á listanum fríggjakvøldið. Bartal Wardum fór eitt korter undan leikloki í vanligu leiktíðini av vølli. Í hansara stað varð Samuel Chukwudi settur. Hann hevur higartil í ár verið skaðadarvaður. Møguleiki er fyri, at Samuel fer at eiga størri leiklut í kvøld, enn hann átti fríggjakvøldið.

 

Hjá Víkingi kemur tað illa við, at Atli Gregersen eisini í kvøld er leikbannaður. Fríggjakvøldið megnaðu Arnbjørn Svensson og Bergur Gregersen væl leiklutirnar í miðverjuni. Alt bendir á, at teir eisini í kvøld fara at vera miðverjar. Finnur Justinussen og Ari Olsen hava verið so mikið illa darvaðir av skaðum, at teir fríggjakvøldið ikki vóru á listanum.

 

HB – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00

 

 

 

550015215
HB541014213
B36540110412
Víkingur52121187
EB/Streymur5212457
ÍF5203666
07 Vestur5113694
TB51134174
B6850325103
AB50050120