HB kann taka oddasessin

Vinnur HB dystin móti EB/Streymi, er sigursvanda felagið aftur á ovastu rók

Fótbóltur

Talan var kanska um eina heldur trilvandi byrjan, tá HB fór ígongd við kappingarárið. Teir tríggir fyrstu dystirnir kastaðu bara trý stig av sær, men síðani hevur bara gingið ein veg  frameftir.
Liðið hevur ikki tapt seinastu seks ferðirnar, og á Toftum fyri viku síðani kom ársins fyrsti útisigur so eisini til høldar. Samanlagt hava úrslitini ført HB somikið langt upp, at teir nú bert eru trý stig frá oddinum. Og við góða málmuninum í huga kann sjálvur oddasessurin tí takast, nú EB/Streymur kemur á vitjan.

Hagtølini skiftu
Fram til næsta umfarið í vár, so skuldi ein heimadystur móti EB/Streymi ikki verið nakað at óttast hjá HB. Hagtølini staðfestu nevnliga, at EB/Streymur ikki so mikið sum hevði skorað í Gundadali móti teimum reyð/svørtu, men hetta varð broytt við 3-2 sigrinum.
Í HB eru vónirnar kortini góðar, og teir hava eisini alt fólkið tókt til oddabrakið. Seinastu umførini hevur Krzystof Popczynski enntá rokerað eitt sindur við spælarum, soleiðis at møðin ikki skal gera seg galdandi ov tíðliga. Tað merkti millum annað, at Jákup á Borg ikki var vøllinum seinast, men lítið er at ivast í, hann verður millum teir fyrstu ellivu, sum HB-venjarin sendir á vøllin hesaferð.
Hjá EB/Streymi er púra vist, at Leif Niclasen ikki verður við. Hann fekk staðfest beinbrot fyri viku síðani, og tó at ivamál nú er um, hvørt hetta kortini er heilt so álvarsamt, so er neyvan hugsingur hjá honum at spæla hesaferð. Hartil hevur Ronnie Samuelsen ligið sjúkur við onkrum seiglivaðum virus, men vónin er í øllum førum, at hann verður tøkur sunnudagin.