HB kann seta enn eitt met

Umframt FM málmetið ber meistarunum til at skora fleiri mál enn nakað annað lið nakrantíð

Býarbussarnir hjá Tórshavnar kommunu eru komnir inn til Runavíkar við HB fjepparum, og í dýrdarveðrinum nú seinnapartin er ein long røð av bilum á veg úr høvuðsstaðnum og inn á Skálafjørðin.

Uttan mun til, hvussu tað gongur í dag, so er tað greitt, at HB fer at hava FM steypið og gullkrónrnar við suður aftur í høvuðsstaðnum, har tað í kvøld verður skipað fyri móttøku á Vaglinum.

Tá ið HB tryggjaði sær FM heitið við 1-0 sigri ímóti TB, skoraði Christian R. Mouritsen 66. málið fyri HB. Harvið varð greitt, at HB hevur vunnið FM heitið við fleiri málum, enn nakað annað felag nakrantíð hevur vunnið meistaraskapin.

Umframt HB í ár so hava tvey lið áður skorað 66 mál. Merkisvert er tað, at tá ið EB/Streymur í 2011 skoraði 66 mál, og tá ið HB í 2005 skoraði 66 mál, so takk tað ikki til meiri enn silvurplássið.

Um HB skorar í dag, so verður tað í hvussu so er 67 mál og harvið nýtt met í føroyskum fótbólti.