HB kann hitta Celtic

Vinnarin av Champions League undankappingardystinum millum FBK Kaunas og HB skal møta ongum mætari enn skotska Celtic

Europa-Cup

HB kann hitta Celtic. Tað var føroyska yvirskriftin, tá lutakastið um komandi europeisku steypakappingarnar hevði veirð fríggjadagin.
Í fyrsta undankappingarumfarinum hittir HB FCK Kaunas úr Litava, og vinnarin av hesum dystinum fær æruna av at spæla ímóti Celtic. Ein dystur, sum vissuliga man vera ein sannur fíggjarligur gloypibiti hjá føroyskum feløgum, umframt peningaupphæddina, sum annað av liðunum fær, bara tey spæla seg til næsta umfarið.
Spurningurin er so bara, hvussu tað fer at hilnast hjá HB. Í Litava er fótbólturin ikki fremsta ítróttargreinin í Litava, men tó so verða litavar styrkismettir nakað omanfyri føroyingar. Nakað sum eisini kom til sjóndar á landsliðnum, har Føroyar máttu lúta 2-0 í Kaunas fyri góðum hálvum ári síðani.
Hini bæði føroysku umboðini, KÍ og NSÍ, skulu bæði til Noregs. KÍ skal her royna seg móti skjótt fyrrverandi felagnum hjá Jákupi Mikkelsen, Molde, meðan NSÍ skal til Lynd.
Í hesum sambandi er vert at nevna, at tað var um reppið, at KÍ endaði saman við Manchester City. Tað er nevnliga soleiðis, at undan lutakastinum verða liðini bólkað, og her vóru KÍ og Manchester City í sama potti, men lagnan vildi so ikki, at tað skuldu verða Fowler, Anelka, Seaman og Keegan, sum koma á vitjan hjá klaksvíkingum.

GÍ tapti
Annars leikti GÍ sín fyrra dyst í inter-Toto kappingini leygardagin. Hesin dysturin var ímóti moldaviska Dacia, og endaði dysturin við 4-1 sigri til vertirnar. Tað stóð annars leingi 2-1 á máltalvuni, men seinastu løtuna sløkti heimaliðið alla vón hjá gøtumonnum við at skjóta tvey mál afturat. Málið hjá GÍ skeyt Krzystof Popczynski.