HB kann framvegis møta Liverpool

Vinnur HB dystirnar móti litavisku meistarunum, verður tað eftir øllum at døma Liverpool, sum bíðar í næsta umfarinum

Lutakast

Spenningurin í HB-leguni var øgiligur undan lutakastinum hjá UEFA, tá tað fríggjadagin varð drigið um, hvussu innleiðandi dystirnir í Champions League kappingini skuldu setast saman.
Einamest snúi spenningurin seg um, hvørt tað skuldi eydnast HB at fáa Liverpool sum mótstøðulið, nú verjandi meistararnir fingu ein møguleika at verja heitið, hóast laku støðuna í ensku kappingini í ár.
Men tann dreymurin brast mest sum alt fyri eitt. Liverpool var fyrsta liðið, sum varð drigið úr pottinum, og teirra mótstøðulið gjørdist TNS úr Wales.
HB fekk í sín lut litaviska Kaunas, sum teir eisini hittu fyri tveimum árum síðani. Tað ferðina vunnu litavar samanlagt 5-1, men kanska hevur HB eina eyka gularót hesaferð. Vinnarin av dystinum millum HB og Kaunas skal nevnliga spæla móti vinnaranum av Liverpool-TNS!
Eisini B36 og NSÍ vóru at finna í pottinum hjá UEFA í dag. Lutakastið til UEFA-Cup kappingini var tó ikki á skránni fyrr enn beint eftir evstamark okkara, og eydnaðist tí ikki at fáa útfallið av hesum við í dag.