HB kann fara heilt úr eygsjón

Bæði í Klaksvík og í Gøtu fer møguligur tapari at smokka langt afturum í oddastríðnum

Í gjár vann HB 1-0 í Trongisvági. HB er topplið við 18 stigum og málmuninum 17-3. Tað boðar frá sera sannfrandi avrikum og stórari styrki. Tað skal leitast heilt aftur til 1975 fyri at finna annað dømi um, at HB hevur vunnið seks teir fyrstu dystirnar. Tað árið vann HB allar tíggju dystirnar í kapping, sum fevndi um seks lið, og soleiðis var tað eisini í 1973, tá ið HB vann allar tíggju dystirnar.

Hinir fýra dystirnir í sætta umfari vera seinnapartin.

Talvan sigur, at tað er stórt trýst á teimum, sum ætla sær at bjóða HB av. NSÍ, KÍ og B36 hava 12 stig, og Víkingur hevur 8 stig.

KÍ og NSÍ hittast á norðoyastevnu, og Víkingur fær vitjan av B36.

Í hinum endanum er lyklauppgerð í Fuglafirði, har ÍF fær vitjan av AB, og í Streymnesi fær EB/Streymur vitjan av Skála.

 

KÍ – NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

ÍF – AB: Bjarki Danielsen kl. 15.00

Víkingur – B36: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00

EB/Streymur – Skála: Eiler Rasmussen kl. 17.00

 

TB – HB 0-1 (0-1)

0-1: Dan í Soylu

Dómari: Rani A. Skaalum

TB: Meinhardt P. Joensen – Jens Erik Bruhn, Rasmus Møller, Ndende Adama Guéye, Sebastian Kroner – Dánjal Godtfred, Rógvi Joensen (Mads Raben, 38.), Samudeen Musah (Nikolei Johannesen, 89.), John Villi Wøldike, Einar Thorsteinsson – Poul Ingason

Gult kort: Poul Ingason, John Villi Wøldika

Reytt kort: Jens Erik Bruhn 65. (2 gul)

Venjari: Michael Winter

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Heðin Hansen, Daniel Johansen – Mikkel Frankoch, Mathias Nygaard, Dan í Soylu, René S. Joensen (Samuel Chuckwudi, 91.) – Pætur J. Petersen (Áki D. Samuelsen, 81.), Øssur M. Dalbúð

Gult kort: Heðin Hansen, Mikkel Frankoch

Venjari: Jens Berthel Askou

 

HB

6

6

0

0

17

3

18

NSÍ

5

4

0

1

15

2

12

5

4

0

1

15

4

12

B36

5

4

0

1

16

7

12

Víkingur

5

2

2

1

6

5

8

ÍF

5

2

0

3

6

14

6

EB/Streymur

5

1

0

4

3

9

3

AB

5

0

2

3

1

15

2

TB

6

0

1

5

3

11

1

Skála

5

0

1

4

6

18

1