Fótbóltur
Tá vit týsmorgunin tosaðu við stjóran í P/F Havnar Fótbóltur, Steinfinnur Mittelstein, vóru tey í felagnum longu farin í holt við kæruna.
- Tað er so eingin ivi um, at vit beina málið víðari til dómsnevndina. Og vit halda okkum hava eina góða sak, sigur Steinfinnur.
Hann ásannar tó, at spæliloyvið, sum kanska er týdningarmesti parturin í málinum, ikki var komið í rættlag, tá HB tann 25. mars vann 4-1 á VB/Sumba.
- Men tekur tú málið frá byrjan, so høvdu vit í leigusáttmálanum við NSÍ eina áseting um, at spælarin skuldi leysgevast, so skjótt kappingarárið var runnið. Vit hava eisini leysgevingina frá NSÍ, umframt eina váttan um, at teir lata HB spælaran aftur. Hartil hava vit eisini gjørt nýggjan sáttmála við Páll. Ein sáttmáli, sum er góðkendur av FSF.
- Tí kann eingin vera í iva um, at spælarin skuldi spæla fyri HB, og at spæliloyvið ikki er komið í rættlag, er eitt forgloymilsi. Men hetta vísir júst á ein av kjarnunum í málinum - nevnliga at feløgini ofta kenna FSF meira sum mótspælara enn viðspælarar. Sum eitt organ, sum í alt ov stóran mun hevur hug at standa við peikfingrinum frammi, heldur enn at hjálpa feløgunum.
- Tí sjálvandi er tað okkara ábyrgd, at spæliloyvið ikki er tókt. Men arbeiddi FSF bara eitt sindur meira við feløgunum, so var hetta ein kiksari, sum burdi verið funnin, tá sáttmálin við spælaran varð góðkendur. Og so høvdu vit sjálvandi fingið tað í rættlag, staðfestir Steinfinn Mittelstein.