HB i botni

Teir næstbestu hjá HB taptu týdningarmikla heimadystin móti ÍF, og hava nú bert ein dyst eftir í royndunum at halda sætið í bestu mansdeildini

2. deild

Støðan er heldur tvíbýtt hjá HB í løtuni. Besta mansliðið liggur á odda í fyrstu deild við greiðum útlitum fyri einum meistaraheiti, og tað er sjálvandi gleðiligt. Men hinvegin dregur tað nógv niður, at næstbesta liðið í løtuni er í tungum andróðuri. Seinastu vikurnar hevur liðið hildið til á niðasta sessinum, og tað sigur seg sjálvt, at tað ikki er nakað serligt, um felagið komandi ár skal leita niður í triðju deild eftir eykaspælarum til besta liðið.

Panikkloysnir
Tí var tað av alstórum týdningi, at trý stig fingust burturúr, tá ÍF vitjaði leygardagin, og tí var vónbrotið eisini sera stórt, tá tað var staðfest, at ÍF streyk avstað við øllum stigunum.
Fuglfirðingar høvdu í sínum lagi eisini nógv at stríðast fyri. At 1979 er langt síðani, munnu flestu fuglfirðingar hava ásannað, og fyri fyrstu ferð var liðið undan hesum umfarinum í veruligum vanda fyri at flyta niður í triðbestu deildina.
Tí stóð nógv á hjá báðum pørtum, tá farið varð undir dystin sunnudagin, og tað sást serliga í verjupartinum, har talan ofta gjørdist um panikkloysnir, tá bólturin skuldi ruddast burtur. Á miðvøllinum var stuttligt at síggja, hvussu teir báðir veteranarnir, Ingi Rasmussen og Pauli Jarnskor, dystaðust um yvirtakið, sum tað tó ongan tíð eydnaðist nøkrum partinum at fáa fult og heilt.
Sum sagt, so var talan í fleiri førum um ótrygt verjuspæl, og tað var eisini fyrst og fremst hetta, sum skapti teir møguleikar, sum vóru í dystinum. Undan steðginum høvdu bæði liðini einar tveir heilt góðar møguleikar í part. Heini Heinason var mest sum leysur í vinstra borðið hjá ÍF tað einu ferðina, og í hinum endanum skeyt Gunnar Mohr beint á málverjan, eftir at hava bandað seg ígjøgnum ÍF vejruna. Nærmast við mundi HB tó vera, tá Bjarni Jørgensen sendi fríspark á sjálva samankomingina, og Heini Gaard síðani fluktaði returin við síðuna av málinum.

Yvirvág gav úrslit
Seinastu løtuna undan steðginum var tað kanska ÍF, sum hevði eina lítla yvirvág, og stutt inn í seinna hálvleik fingu teir so tað, sum skuldi vísa seg at vera avgerandi málið í dystinum.
HB verjuleikari var óskettin, tá bólturin var spældur út móti borðinum, og so streykt Heini avstað. Hóast tveir leikarar vóru fyri, so var kósin sett, og eftir eina langa draging smekkaði hann til, so bólturin streyk inn um nærmara stólpan.
Í løtunum eftir hetta hevði ÍF eisini møguleika at økja um leiðsluna, men so við og við fullu teir longur aftur á vøllin til tess at verja um leiðsluna. Hetta eydnaðist teimum eisini uttan stórvegis trupulleikar, og við sigrinum syrgdu teir fyri, at niðurflytingarvandin eina feðr med alla varð skúgvaður til viks, og nú er tað ístaðin møguleikin fyri heiðursmerkjum, sum tosað verður um, men til tess krevst ein sigur á FS Vágum í seinasta dystinum, og tann uppgávan er í øllum førum ríkiliga stór.
Til stuttleikar kann nevnast, at HB ? sum altso er niðast ? er einasta liðið, sum hevur bast vágamonnunum í ár, men hetta munnu ter reyð/svørtu ikki hugsa so nógv um í løtuni. Heldur er tað niðurflytingarvandin, sum nú er heilt álvarsligur, sum spøkir í tonkunum, og fyri teir er tað nú altavgerandi, at ein sigur fæst burturúr seinasta dystinum, sum verður í Klaksvík.

Dysturin í tølum
HB-ÍF 0-1 (0-0)
0-1: Heini Heinason