HB arbeiðir við at finna nýggjan venjara, nú Heimir Guðjónsson, sum hevur havt ábyrgdina tvey tey seinastu árini, fer aftur til Íslands.
Tað er vorðið sum avbjóðing at lyfta eftir Heimir Guðjónsson, sum í fjør vann FM við metnógvum stigum, og sum í ár megnaði fyri fyrstu ferð í 15 ár at vinna løgmanssteypið til HB.
Tað hevur ligið í kortunum, at HB leitar eftir venjara uttanlands, og nú er høvuðsstaðarfelagið komið eitt stig nærri einari loysn.
Í dag hevur HB vitjan av Jens Berthel Askou úr Danmark. Inntil tíðliga í summar var 37 ára gamli Jens Berthel Askour venjari hjá Vendsyssel FF, sum tá spældi í superliguni. Hann varð uppsagdur dygst undan, at Vendsyssel FF skuldi spæla um pláss í bestu deildini ímóti Lyngby BK. Lyngby BK vann ta kappingina.
Í síni tíð spældi Jens Berthel Askou í Silkeborg IF, Vejle Boldklub, Esbjerg fB og Norwich City í Onglandi.
Í síðstu viku ljóðaði í donskum miðlum, at Jens Berthel Askou var ein av teimum, sum var upp á tal at taka við sum venjari í Esbjerg, har hollendski venjarin, John Lammers, um miðjan september varð sagdur úr starvi, tí liðið í níggju teimum fyrstu umførunum í hesum kappingarárinum bara hevði vunnið fimm stig. Claus Nørgaard, sum hevði verið hjálparvenjari, tók tá við sum venjari hjá Esbjerg. Hann hevur síðani boðað frá, at hann ikki ætlar at halda fram sum høvuðsvenjari, men enn er eingin nýggjur venjari settur.
Saman við 37 ára gamla Jens Berthel Askou er Søren Frederiksen á vitjan hjá HB. 47 ára gamli Søren Frederiksen er fyrrverandi álopsspælari í donsku superliguni, har hann hevur skorað næstflest mál av øllum. Í sambandi við HB er tað áhugavert, at tað var Søren Frederiksen, sum var uppi í leikinum, tá ið miðverjin Lasse Andersen undan kappingarbyrjan í 2018 flutti til HB, har hann hevur verið síðani.
Nú hevur Lasse Andersen boðað frá, at hann leitar eftir nýggjum avbjóðingum.











