HB hevur tvífaldað leiðsluna

Dygst undan hálvleikshvíldini hevur HB skorað eina ferð afturat, so støðan nú er 2-0 ímóti B71.

Málskjútti var Andrew av Fløtum. Í fyrstu atløgu taklaði hann bóltin framum Símun Hansen, og tá ið hann - mitt fyri og eitt vet til vinstru - royndi av brotsteigarmarkinum fór bólturin í málið. Talan tóktist vera um eitt sindur kiksað skot, men málverjin stóð sum negldur, tá ið bólturin til vinstru fyri málverjan streyk í málið.