Tað er framvegis ivasamt um HB málverjin, Teitur Matras Gestsson verður førur fyri at leika sunnudagin, tá HB og B36 møtast í kappingini um Løgmanssteypið.
Felagið arbeiðir við at fáa Símun Rógva Hansen heim sum avloysara, um Teitur ikki verður førur fyri at spæla.
Símun Rógvi Hansen flutti undan hesum kappingarárinum niður til Danmarkar, har hann er í lestrarørindum.
Og júst tað, at Símun Rógvi er fluttur til Danmarkar, er ein trupulleiki tá HB skal hava hann heim at leika nú. Sum skilst eru tað onkrir trupulleikar við pappírunum, ið gera støðuna torføra bæði fyri HB og Símun Rógva.
Tað ljóðar tó at onkur undantaksstøða kann gera tað, at Símun Rógvi kann leika við HB í vikuskiftinum.