Klokkan 15 verður klassikarin millum KÍ og HB í Klaksvík. Dagsskráin er at vinna silvurplássið. Bæði feløgini hava 48 stig, og málmunurin hjá HB er eitt vet betri, enn hann er hjá KÍ, sum eigur dyst ímóti Víkingi í Gøtu til góða.
Higartil í ár hava KÍ og HB dystast fýra ferðir, og HB er allar fýra ferðirnar farið av vøllinum við sigrinum. Í stórsteypadystinum endaði tað 3-2, í landskappingardystum í Gundadali vann HB 1-0 og so 3-0, og so var tað í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið, at HB fór úr Klaksvík við 3-2 sigri.
Hjá KÍ stendur tað nú betur til við fólki, enn tað gjørdi fyrr í ár, tá ið nógvir spælarar vóru skaddir. Jákup B. Andreasen er um at koma fyri seg eftir beinbrot, men hann er ikki klárur at spæla. Jonn Johannesen er skaddur, og tað er ivasamt, hvussu tað í dag verður við Heina Vatnsdal og René Shaki Joensen.
Hjá HB kemur tað illa við, at lyklaspælararnir Mathias Voss, sum er vongverji í høgru, og miðvallarin Hanus Sørensen eru leikbannaðir. Teitur Matras Gestson, Sammy Skytte og Áki D.Samuelsen dragast við skaðar. Tað kann vera, at onkur teirra vera við í dag. Teir hava verið nógv saknaðir, nú HB tvær tær seinastu ferðirnar hevur tapt – á útivølli ímóti NSÍ og ÍF:
KÍ – HB: Eiler Rasmussen kl. 15.00.