Tað ber millum til at lesa av hagtølunum, tá hugt verður eftir, hvussu mótstøðuliðini sunnudagin vanliga hava staðið seg í uppgerðum sínamillum. Tó at tað ofta hevur verið tætt, so hevur HB drigið longra stráðið í Klaksvík seks ferðir í tíggju ár, og so verður spennandi at vita, hvussu leikur fer hesaferð, nú 100 ára føðingardagsbørnini aftur tørna saman.
Annars er vert at leggja til merkis, at EB/Streymur hevur havt gott tak á NSÍ, tá hesir hava vitjað, og at VB hevur havt tað meira enn trupult, tá teir hava verið hjá B36 í Gundadali, tó at talan hóast alt eisini hevur verið um tveir sigrar her.
Talvan sýnir, hvussu tað hevur tørnað út, tá mótstøðuliðini sunnudagin hava hitst í tilsvarandi dystum í bestu deildini seinastu tíggju árini.