Ætlanin er, at HB skal røkka sínum spælitindi, tá altjóða dystirnir skulu avgreiðast í summar. Tað sigur Jón Krosslá Poulsen, sum var leikbannaður, tá HB vann 3-2 á EB/Streymi í gjár.
- Venjararnir hava lagt stóran dent á styrkivenjing higartil. Fjølmiðlarnir hava víst á, at vit tykjast tungir. Tað er fremst av øllum, tí vit hava styrkivant so nógv. Tað er tilvitað, tí vit skulu spæla upp til okkara besta í summar, tá undandystirnir í Champions League eru á skránni, sigur Jón Krosslá Poulsen. Magni Mohr, sum stendur fyri kropsligu venjingini hjá HB, hevur áður havt framúrskarandi úrslit við føroyskum feløgum í altjóða høpi.