Tað gongur ímóti stórum heimasigri í Gundadali, har B68 vitjar HB.
Eftir 1-0 hálvleiksleiðslu hevur HB gjørt bart fyrra partin av 2. hálvleiki. Fróði Benjaminsen økti beinanvegin um leiðsluna, og eftir lítlari løtu hevur Andrew av Fløtum skorað tvey mál, so støðan nú er 4-0 til HB.
Í álopinum framman undan at HB økti um leiðsluna til 3-0 vóru toftamenn óhepnir. Teir sendu bóltin í stólpan aftanfyri Marcin Dawid.










