HB hevur møguleika at seta nýtt met

Meistararnir kunnu seinnapartin taka metið, sum grannarnir í B36 settu fyri sjey árum síðani

Tað er gullrómur og ramur málmroykur í Gundadali. Seinnapartin eigur B36 heimavøll, tá ið grannarnir hittast fyri fjórðu ferð í ár í týdningarmiklari uppgerð.

B36 endaði omaná í dramatisku steypafinaluni. Í landskappingini endaði fyrri dysturin 1-1, og HB vann tann seinna 2-1.

Tað er langt síðani avgjørt, at HB er meistari. B36 hevur vunnið gull í steypakappingini og spælir fyri at vinna silvurkrónurnar í landskappingini.

 

Tá ið B36 í 2011 vann FM, var tað merkisvert, at meistaraheitið var vunnið við 67 stigum. So nógv stig hevði einki felag áður rokkið. Undan dagsins grannauppgerð hevur HB 67 stig. Tað fer ikki at smakka væl í B36 leguni, um grannarnir vinna tað stigið ella tey stigini ídag, sum bera við sær, at HB setur nýtt met.

 

Hjá B36 er Meinhard E. Olsen tøkur aftur, eftir at hann var burturstaddur síðsta dyst. Skaðalistin er framvegis langur – Lukasz Cieslewicz, Róaldur Jakobsen, Erlendur Magnusson og Hannes Agnarsson. Robert Heðin  Brockie er burturstaddur.

 

Um tað gongur, sum teir báðir ætla, so verður dysturin í dag tann síðsti í hesum umfarinum á heimavølli hjá Odmar Færø og Meinhard E. Olsen, sum ætla sær uttanlands at royna seg.

 

Hjá HB hevur Sebastian Pingel verið skaddur tað mesta av kappingarárinum. Ein av teimum, sum hevur drúgvur í ár, Tróndur Jensen, er skaddur. Jógvan Rói Davidsen er plágaður av pínu í rivjabeininum, men tað kann væl hugsast, at HB liðformaðurin eisini í dag fer at treiskast.