Tað gongur við tí logandi ferð hjá meistarunum í HB. Fyri stuttum vunnu teir finaluna í venjarakappingini ímóti Skála, og í kvøld vunnu teir stórsteypadystin.
Talan var um grannauppgerð millum meistararnar í HB og steypavinnararnar í B36.
HB vann 1-0. Einasta málið skoraði veteranurin Símun Samuelsen tíðliga í seinna hálvleiki eftir kiks í verjuni hjá B36.
B36 legði bragdliga fyri, men tað gekk illa at vinna upplagda málmøguleikan. Besta møguleikan í fyrra hálvleiki átti HB, tá ið Ari Mohr Olsen á brotsteigarmarkinum og mitt fyri sera snilt spældi Dan í Soylu leysan við hælinum. Dan smekkaði til, og bólturin brast í stólpan.
Eftir steðgin gekk tað meiri fyri seg eftir treytunum hjá HB. Sigursmálið varð skorað eftir at B36 verjan var óheppin. Í eitt sindur kroystari støðu trillaði B36 verjan bóltin uppá tvørs, har Jónas Ꝥór Næs var óheppin og gleið. So var Símun Samuelsen púra leysur, tá ið hann trillaði bóltin í tóma málið.
B36 royndi at spenna álopsbogan, men tað eydnaðist ongantíð at vinna heilt upplagda málmøguleikan. Spentasta støðan var, tá ið dómarin bríkslaði fyri óbeinleiðis frísparki í brotsteiginum, men bólturin varð sendur omanfyri málið.
Um eina viku verður fyrsta umfar í landskappingini. Tá fær B36 vitjan av Skála, meðan HB skal til Klaksvíkar.