HB hevur javnað

Nú er 1-1 í Gundadali. Í 65. minutti sendi fyrrverandi VB/Sumba spælarin, Milan Kuljic, fríspark uttanvert brotsteigarmarkið beinleiðis í málið aftanfyri Vlada Filipovic.

Tveir minuttir undan útjavnandi málinum varð Jákup Olsen hjá VB/Sumba vístur av vøllinum.

HB hevur havt stóra yvirvág í 2. hálvleiki. Eitt nú hevur Jákup á Borg sent bóltin í undirsíðuna av tværtrænum.

VB/Sumba hevur tó havt sínar møguleikar. Eftir at teir høvdu mist ein mann, og undan útjavnandi málinum vóru teir um reppið at økja um leiðsluna.