ÍF, HB og Víkingur skulu taka lut í Europa League kappingini.
HB er vegna góðu úrslitini á heimavølli í teimum evropeisku kappingunum tey farnu árini seedað í tí fyrsta undanumfarinum í Europa League.
Tó krevur tað hepnið at fáa eitt gott lutakast. HB kann við hepni fáa eitt lið Andorra, Malta, Wales ella Norðurírlandi. HB kann eisini fáa hepnið ímóti sær, og trekkja eitt lið úr Georgia, Litava, Moldova ella Kasakstan.
Víkingur og ÌF eru ikki seedaði. Ì Fuglafirði, Gøtu og Leirvík dylja tey ikki, at hjá teimum snýr tað seg um at fáa eitt fíggjarliga gott lutakast við einum liði úr einum grannalandi.