HB hevur 16 ára gamlan í miðverjuni

Tveir av lyklaspælarunum higartil í ár eru ikki við, nú HB tekur ímóti KÍ

Allir spælararnir hjá KÍ eru tøkir. Soleiðis er tað ikki hjá HB. Har er saknur í miðverjanum Delphin Tshiembe og í miðverjanum og miðvallaranum Heðin Hansen. Teir eru báðir skaddir.

At tveir, sum eru upplagdir at vera í miðverjuni, eru skaddir, ber við sær, at Samuel Johansen Chukwudi er í HB miðverjuni. Hann er 16 ár og hevur 17 ára føðingardag hósdagin í næstu viku.

Hjálparvenjarin hjá HB, Kevin Schindler, er millum teir, sum sita á beinkinum í kvøld.

 

HB – KÍ kl. 19.00

Dómari: Alex Troleis

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Daniel Johansen – Mikkel Frankoch, Mathias Nygaard, Dan í Soylu - René S. Joensen, Øssur M. Dalbúð, Pætur J. Petersen

Á beinkinum: Jákup Højgaard, Jógvan Rói Davidsen, Ási Dam, Dánjal Reginsson, Hanus Pauli Danielsen, Kevin Schindler

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck, , Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Jonn Johannesen, Ole Erik Midtskogen

Á beinkinum: Gesa Turi, Alessio Hyseni, Páll A. Klettskarð, Ólavur Niclasen, Boris Dosljak, Steinbjørn Olsen

 

Klokkan 18 var fyrsta bríksl á Skála, har TB er gestur.

Eftir fyrra hálvleik er støðan framvegis málleysur javnleikur.