HB vendi um uppá trupuleikarnar ímóti TB í kvøld. Undanfarnu dystirnar hevur tað gingið væl hjá HB í álopspartinum, men stak illa at verja, sum úrslit, sum 3-3, 2-4 og 2-3 boða frá.
Teit Jacobsen staðfestir, at í 0-0 javnleikinum ímóti TB í Trongisvági í kvøld var øvugt. Tað gekk væl hjá HB at verja, men tað gekk stak illa at skapa nakað í hinum endanum.
Nú ætlar Teit Jacobsen, at HB skal koma á sigurskós aftur við einum sigri á KÍ norðuri í Klaksvík annan hvítusunnudag.