Eftir alt annað enn sannførandi fyrsta part av kappingarárinum endaði tað seinnapartin í landskappingini við, at HB vann 2-0 ímóti ÍF, sum longu undan síðsta umfari var flutt niður.
Á ÍF liðnum vóru í dag bara føroyingar. Sjey millum teir fyrstu ellivu vóru fuglfirðingar, og ein blaðungur fuglfirðingur, 17 ára gamli Aron Kensson, varð skiftur inn, tá ið tað restaðu tríggir minuttir.
Hesir fara næsta ár at vera við, tá ið ÍF fer at royna at lyfta seg aftur í bestu deildina.
Í HB fegnaðust tey um, at Mikkel Dahl, tá ið hann setti hol á, varð besti málskjútti nakrantíð í bestu føroysku kappingini. Hann hevur skorað 27 mál. Mikkel Dahl skoraði í 16. minutti, og bæði í tí førinum, og tá ið Bartal Wardum átta minuttir eftir steðgin økti um leiðsluna, var tað Daniel Johansen, sum átti uppleggið.
2-0 sigurin ber við sær, at HB er næstfremst. Um sigursvanda felagið fer at enda nummar tvey ella trý verður avgjørt hóskvøldið, tá ið B36 fær vitjan av Víkingi. Um Víkingur ikki vinnur fulla úrtøku, so fara bronsukrónurnar norður í Sarpugerði. Um Víkingur fer at vinna, so fær HB bronsukrónurnar og Víkingur silvurkrónurnar.
Nú snýr tað seg hjá HB um at fyrireika seg til hálvfinaluna í steypakappingini. Har fer HB at spæla ímóti NSÍ – 21. november á heimavølli og 27. november á útivølli.