HB hevur ikki tapt á heimavølli síðani 2016. Í kvøld var walisiska Newton gestur á ovara vølli í Gundadali, og aftur í kvøld eydnaðist tað HB at vinna. Úrslitið ímóti walisiska Newton var 1-0. Málið skoraði miðverjin Bartal Waradum við høvdinum miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tað var eftir horna úr høgru, sum Daniel Johansen tók sær av.
Lotið var frískt, og HB hevði tað undan í fyrra hálvleiki. Tá spældi heimaliðið seg til fleiri stórar málmøguleikar, uttan at tað eydnaðist at vinna úrtøku:
-Vit spældu væl í fyrra hálvleiki, og tá áttu vit at havt skorað fleiri mál, men tað eydnaðist ikki. Týdningarmikið undan ferðini niður til Wales er tað, at vit vunnu, og at vit enn einaferð hildu mótstøðuliðnum frá at skora mál. Eg fegnist um, at tað eydnaðist hjá Bartali Wardum at skora mál, tí hann hevur fleiri ferðir verið tætt við. Nú fara vit at fyrireika okkum at fara til Wales at vinna dystin og at vinna okkum víðari í kappingini. Tað sást væl, at venjingarstøðan hjá okkara er betri, enn hon er hjá teirra, og tað eigur eisini at vera ein fyrimunur hjá okkum á útivølli, sigur HB venjarin Dalibor Savic.
Málskjúttin Bartal Wardum fegnast um sigurin:
-Tað hevði verið lættari at farið niður til Wales, um vit høvdu vunnið størri sigur enn 1-0, og vit høvdu møguleikar at vinna við bæði tveimum og trimum málum, men nú gleðast vit um sigurin og um, at vit á útivølli hava møguleika at spæla okkum víðari í kappingini, sigur Bartal Wardum.
Tølini siga, at HB hevði 15 royndir ímóti málinum, og at gestirnir høvdu tríggjar royndir, og í øllum trimum førunum fór bólturin við síðuna av málinum hjá Teiti Matras Gestsson. HB vann 11 hornaspørk, og mótstøðuliðið vann fimm hornaspørk.
HB – Newton AFC 1-0 (0-0)
1-0: Bartal Wardum 66.
HB: Teitur Matras Gestsson – Hanus Sørensen, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – Heðin Hansen, Dan í Soylu, Ári Mohr Jonsson – Pætur J. Petersen (Áki D. Samuelsen, 61.), Stefan Radosavljevic, Adrian Justinussen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bjarti Vitalis Mørk, Øssur M. Dalbúð, Eivind R. Mouritsen, Samuel Johansen Chukwudi, Rani Wenningsted Sørensen, Leivur Fossdal Guttesen
Gult kort: eingin
Venjari: Dalibor Savic