Við 5-2 heimasigri á Lincoln úr Gibraltar í kvøld hevur HB tryggjað sær sess í øðrum innleiðandi umfarinum í europeisku meistarakappingini. Úrslitið á útivølli fyri viku síðani var 1-1.
Trivaligi sigurin var tryggjaður í 1. hálvleiki, tá ið tað var klassamunur á liðunum, og tá ið HB legði seg framum 3-0. Tá ið teir fóru at hvíla seg, var spurningurin, um tað skuldi eydnast HB at vinna metstóran sigur.
Soleiðis gekk tað ikki í 2. hálvleiki, tá ið Lincoln leingi hevði nógv betri tak á spælinum enn í 1. hálvleiki, og tá ið tað leingi av álvara skinklaði hjá HB, sum var um at missa trivaligu leiðsluna.
Lincoln minkaði um munin til bæði 3-1 og 3-2, og tað vóru støður, tá ið útjavnandi málið lúrdi, men tíbetur fyri HB og føroyskan fótbólt, so eydnaðist tað at skora til 4-2 og síðani til 5-2.
Hjá B36 vísti tað seg at vera alt avgerandi, at avrikið á heimavølli í síðstu viku síðani ikki var so sannførandi, og at norðurírska Linfield fór avstað úr Føroyum við 2-1 sigri.
Í kvøld royndi B36 at venda gongdini, og heilt fram ímóti dystarenda var tað um reppið, at tað eydnaðist at vinna longda leiktíð.
Tá ið heimaliðið í 1. hálvleiki legði seg framum 1-0, og samantalda leiðslan harvið var 3-1, sá tað einki út hjá B36. Beinanvegin eftir steðgin javnði Adeshina Lawal við brotssparki, og so var spenningur í aftur.
Hóast Linfield hevði yvirvág, so vísti B36 góðan hugburð, og síðsta minuttin, áðrenn dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, var tað í tveimum førum tætt við, at B36 skoraði. 1-1ber við sær. at Linfield heldur fram í Europa liguni við samantaldum 3-2 sigri.
HB-Lincoln 5-2 (3-0)
Europeiska meistarakappingin 1. innleiðandi umfar 2. dystur
1-0: Levi Hanssen 11.
2-0: Tróndur Jensen 25.
3-0: Jóan Símun Edmundsson 34.
3-1: George Cabrera 50.
3-2: J. P. Duarte 77.
4-2: Levi Hanssen 81.
5-2: Fróði Benjaminsen 88.
HB samantaldur vinnari við málmuninum 6-3
HB:Teitur M. Gestsson - René Joensen (Jógvan Rói Davidsen, 90.), Johan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Alex José dos Santos - Tróndur Jensen (Andrew av Fløtum, 58.), Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal - Levi Hanssen, Jóan Símun Edmundsson, Kristin R. Mouritsen (Pál Mohr Joensen, 90.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Thomas Knudsen, Bartal Wardum, Teit Jacobsen, Poul Ingason
Gult kort: Jóan Símun Edmundsson, Heini Vatnsdal, Andrew av Fløtum
Linfield-B36 1-1 (1-0)
Europa ligan 1. innleiðandi umfar 2. dystur
1-0: Carvill br 17.
1-1: Adeshina Lawal br 48.
Linfield samantaldur vinnari við málmuninum 3-2
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras (Rasmus Dan Sørensen, 84.)– Rógvi Poulsen, Lukasz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson (Adrian Cieślewicz, 56.) – Adeshina Lawal
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Trygvi Askham, Karl Martin Danielsen, Símun Joensen, Benjamin Heinesen, Eli Falkvard Nielsen
Gult kort: Klæmint Matras
----
LIÐUGT
1-1
Adeshina Lawal roynir seg við skoti, men aftur hesa ferð verður tað blokerað av verjuni.
Rasmus Dan Sørensen roynir úr góðari støðu ímóti málinum, men verjan blokerar!
90) 1-1
B36 roynir at leggja trýst á!
88) 1-1
Rasmus Dan Sørensen og Lukasz Cieslewicz hava havt royndir ímóti málinum.
85) 1-1
Linfield hevur framvegis leikliga yvirvág, men B36 hevur einstakar atsóknir. Fyri lítlari løtu síðani hevði B36 horna, sum einki spurdist burturúr.
Rasmus Dan Sørensen hevur avloyst Klæmint Matras.
80) 1-1
Adeshina Lawal hevur roynt seg við skoti, men bólturin fór við síðuna av málinum.
Klæmint Matras hevur sum fyrsti B36 spælari í kvøld sæð gula kortið.
75) 1-1
Nú er langt millum upplagdu málmøguleikarnar. Fleiri B36 spælarar hita upp.
70) 1-1
Heimaliðið hevur leikliga yvirvág, men B36 stríðist fyri lívinum.
65) 1-1
B36 stríðist fyri at skora eina ferð aftrat og harvið at tiltuska sær longda leiktíð. Tað gongur eitt sindur striltið. Linfield hevur síðstu lítlu løtuna hat tvey hornaspørk.
60) 1-1
Linfield spælararnir hava tvær ferðir sæð gula kortið. B36 spælararnir hava einki kort sæð.
56) 1-1
B36 spennir álopsbogan. Nú er Adrian Cieslewicz komin á vøllin í staðin fyri Hanus Thorleifsson.
50) 1-1: Adeshina Lawal br 48.
So er spenningur komin í aftur suðuri í Norðurírlandi. B36 hevur javnað við brotssparki, sum Lawal umsetti til mál.
HÁLVLEIKUR
1-0
40) 1-0
B36 hevur verið framvið fleiri ferðir. Eitt nú eftir tvey horna frá Alex Mellemgaard, og tá ið skot frá Klæminti Matras varð blokerað.
25) 1-0: Carvill 17.
Møguleikin, fyri at tað skal eydnast B36 at spæla seg víðari í Europa kappingini, er minkaður niður í millum lítið og einki, nú Linfield hevur skorað.
15) 0-0
B36 var undan dystarbyrjan aftanfyri 2-1. Fyrsta korterið hevur B36 fyrsta korterið verið ógvuliga væl við niðri í Norðurírlandi. Bæði Lukas Cieslewicz og Adeshina Lawal hava havt royndir innanfyri málkarmin.
Linfield-B36 kl. 19.45
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras – Rógvi Poulsen, Lukasz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson – Adeshina Lawal.
-----
LIÐUGT
5-2
3 minuttir lagdir aftrat.
90) 5-2: Fróði Benjaminsen 88.
So varð HB sigurin kortini tryggur. Liðformaðurin Fróði Benjaminsen hevur við framúr máli økt um leiðsluna eftir langa sending frá Johan Troest Davidsen, temjing við bringuni og heilfluktara!
Kristin R. Mouritsen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Pál Mohr Joensen.
René S. Joensen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Jógvan Rói Davidsen.
83) 4-2: Levi Hanssen 81.
HB og føroyskur fótbóltur dregur andan lættari. Nú hevur Levi Hanssen økt um HB leiðsluna, sum er 4-2. Stóri maðurin í uppspælinum var René S. Joensen, sum streyk ígjøgnum í høgru og av baklinjuni legði inn til nærra stólpa, har Levi Hanssen stýrdi bóltin í málið.
80) 3-2
HB liðið er púra í upploysn, og mótstøðumenninir eru ferð eftir ferð í góðum støðum.
77) 3-2: Duarte 77.
HB spælir við eld. Eftir horna úr høgru hevur Lincoln enn eina ferð minkað um munin. Nú skal Lincoln bara skora eina ferð aftrat fyri at vinna pláss í næsta innleiðandi umfarinum. HB spælararnir eru skelkaðir!
75) 3-1
Levi Hanssen hevur havt góðan møguleika at økja um HB leiðsluna. Eitt sindur í høgru varð hann spældur leysur á rangstøðumarkinum. Tá ið hann royndi seg av brotsteigarmarkinum við fløtum skoti, fór bólturin dygst við síðuna av handara stólpanum.
70) 3-1
Tað er spenningur í báðum endum. Eftir hornaspark úr høgru og nýtt innlegg frá væl upplagda Alex José dos Santos sendi Fróði Benjaminsen bóltin við høvdinum á stólpan!
65) 3-1
HB hevur trupulleikar. Lincoln hevur roynt seg við skoti av brotsteigarmarkinum í vinstru. Bólturin brast í handara stólpan og trillaði tvørtur við málstrikuni.
60) 3-1
Talan verður ikki um metsigur. Eftir steðgin hava gestirnir verið væl betri við enn í 1. hálvleiki, meðan tað hevur verið eitt sindur av fjáltri á HB liðnum. Andrew av Fløtum er komin á vøllin í staðin fyri Trónd Jensen.
50) 3-1: George Cabrera 50.
Mótstøðumenninir eru nógv meiri ágangandi eftir steðgin, og nú hava teir minkað um munin, og beinanvegin eftir málið hava teir aftur verið framvið!
HÁLVLEIKUR
3-0
45) 3-0
Lincoln spælararnir royna at vera tættir í verjuni. Heilivágurin hjá HB er at royna við longum og diagonalum sendingum, serliga frá Alex José dos Santos.
Dygst undan steðginum var um reppið, at Jóan Símun Edmundsson enn eina ferð økti um leiðsluna.
Her er klassamunur í góðveðrinum á Tórsvølli í kvøld.
40) 3-0
HB hevur fullkomuliga tak á tí, hóast talan síðstu løtuna ikki hevur verið um so upplagdar málmøguleikar.
35) 3-0: Jóan Símun Edmundsson 34.
So er tað bara ein spurningur um, hvussu stórur HB sigurin verður, og um talan verður um størsta føroyska sigur nakrantíð í europeisku kappingunum.
25) 2-0: Tróndur Jensen 25.
Við framúr máli hevur miðvallarin Tróndur Jensen økt um HB leiðsluna. HB vann bóltin frammarlaga á vøllinum, Fróði Benjaminsen lyfti bóltin fram í brotsteigin, og við heilfluktara smekkaði Tróndur Jensen umvegis tvørtræið bóltin í málið.
20) 1-0
HB er framvegis greitt omaná. Eftir hugflogsríkt samanspæl millum Fróða Benjaminsen royndi Jóan Símun Edmundsson seg, men bólturin varð blokeraður, og lítla løtu seinni varð skot frá Fróða Benjamiinsen blokerað.
15) 1-0
HB er greitt omaná, og síðani leiðslumálið hava tað verið tvær støður, tá ið tað hevur verið tætt við, at HB økti um leiðsluna.
Tað mesta gongur fyri seg í høgru, har René S. Joensen er eyðsýndur saman við Fróða Benjaminsen og Levi Hanssen, sum er tann føroyski spælarin, sum hevur skorað flest mál í europeisku kappingunum.
10) 1-0: Levi Hanssen 10.
Við fínum skoti eitt sindur úr høgru, sendi Levi Hanssen flatt inn við nærra stólpanum. 1-0 og HB er hevur kós í annað innleiðandi umfar.
5) 0-0
HB hevur havt bóltin mesta partin av tíðini, og tað hava verið einstøk innlegg.
Í lítlum løtum hevur mótstøðuliðið tó verið framvið, og fyri lítlari løtu síðani vóru gestirnir tætt við eftir mistak í HB verjuni.
Líkindini eru av teimum fagratu, nú HB setningurin er at vinna seg í annað innleiðandi umfar í europisku meistarakappingini. Fyrri dysturin suðruri á Gibraltar endaði 1-1.
HB: Teitur M. Gestsson - René Joensen, Johan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Alex José dos Santos - Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal - Levi Hanssen, Jóan Símun Edmundsson, Kristin R. Mouritsen
---
50) 1-1: Adeshina Lawal br 48.
So er spenningur komin í aftur suðuri í Norðurírlandi. B36 hevur javnað við brotssparki, sum Lawal umsetti til mál.
HÁLVLEIKUR
1-0
40) 1-0
B36 hevur verið framvið fleiri ferðir. Eitt nú eftir tvey horna frá Alex Mellemgaard, og tá ið skot frá Klæminti Matras varð blokerað.
25) 1-0: Carvill 17.
Møguleikin, fyri at tað skal eydnast B36 at spæla seg víðari í Europa kappingini, er minkaður niður í millum lítið og einki, nú Linfield hevur skorað.
15) 0-0
B36 var undan dystarbyrjan aftanfyri 2-1. Fyrsta korterið hevur B36 fyrsta korterið verið ógvuliga væl við niðri í Norðurírlandi. Bæði Lukas Cieslewicz og Adeshina Lawal hava havt royndir innanfyri málkarmin.
Linfield-B36 kl. 19.45
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras – Rógvi Poulsen, Lukasz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson – Adeshina Lawal.