Sólin skein, himinin var bláur, áskoðararnir vóru nógvir, og intensiteturin og spenningurin vóru støðugt í topp, hóast fótbóltsspælið ikki alla tíðina var so sannførandi. Talan var um nógvar nærdystir og fríspørk, og tað var neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn tað var greitt, at steypavinnararnir í fjør Víkingur longu í fyrsta umfari er varpað úr ársins kapping um løgmanssteypið, og at HB verður við í pottinum, tá ið lutur í annaðkvøld verður kastaður um, hvørjum HB og hini í fjórðingsfinaluni skulu spæla ímóti.
Hóast heimaliðið legði bragdligari fyri, so var tað HB, sum legði seg á odda. Adrian Justinussen spældi í høgru fram til Hanus Sørensen, sum stutt innanfyri brotsteigarsamankomingina smekkaði bóltin dygst inn við nærru samankoming.
Dygst undan steðginum hevði HB eftir horna stóran møguleika at økja um leiðsluna, men Bárður á Reynatrøð stórbjargaði til horna, tá ið Bartal Wardum royndi seg úr stuttari fjarstøðu.
Eftir steðgin var HB mest í verjustøðu. Víkingarnir vóru ágangandi, og tað gekk illa hjá gestunum at spæla seg í álopsstøðu.
Báðir partar royndu seg við longum sendingum afturum verjuna, men tað eydnaðist ikki at vinna upplagda málmøguleikan, og so var neyðugt við longdari leiktíð.
Orkan gekk undan, og talan var ikki um upplagdar málmøguleikar, inntil tað restaðu átta minuttir. Tá sendi Adrian Justinussen úr góðari støðu dygst uttanfyri brotsteigin í vinstru og við frísparki bóltin ímóti málinum. Bólturin tók í manngarðin og fór út til horna í høgru. Viljormur Davidsen sendi bóltin innfyri, og Áki D. Samuelsen var leysur, tá ið hann út stuttari fjarstøðu og við høvdinum sendi bóltin í málið.
Víkingur spenti álopsbogan í botn, og talan var um tríggjar heilt stórar møguleikar, men Sølvi Vatnhamar sendi bóltin við síðuna av eftir innlegg úr høgru, Teitur Matras Gestsson bjargaði, tá ið innskifti Martin Klein Joensen royndi seg úr stuttari fjarstøðu, og so fekk eingin fatur á bóltinum eftir flatt innlegg úr vinstru.
Víkingur – HB 1-1 (0-1) 1-2 (1-1) eftir longda leiktíð
0-1: Hanus Sørensen
1-1: Arnbjørn Svensson
1-2. Áki D. Samuelsen
Dómari: Alex Troleis
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Signar á Brúnni, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen, Ingi Jonhardsson – Arnon Ellingsgaard, Géza Dávid Turi – Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson – Andreas Lava Olsen
HB: Teiur Matras Gestsson – Hanus Sørensen, Heðin Hansen, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen – Áki D. Samuelsen, Dan í Soylu, Mathias Præst Nielsen, Adrian Justinussen – Mikkel Dahl, Mads Borchers











