HB heldur fram at trýsta

Heimaliðið er stórfavorittur ímóti B68, sum higartil í ár hevur tapt 10-0 ímóti HB

Dagsskráin hjá HB er púra greið. Um tað skal eydnast at halda tørn um lítla møguleikan at endurvinna FM heitið, so er tað alneyðugt at vinna fulla úrtøku – hvørja ferð. B36 kiksar sjáldan, men tá ið toppliðið kiksaði í Streymnesi fyri trimum vikum síðani, kiksaði HB eisini . Á heimavølli tapti HB 2-1 ímóti AB.

Í dag fær HB vitjan av B68, og úrslitið av tí uppgerðini verður greitt, áðrenn B36 trý korter eftir síðsta bríksl millum HB og B68 fer á vøllin at spæla ímóti KÍ. Harvið er møguleikin stórur fyri, at HB – í eina løtu í hvussu so er – fer at vera trý stig nærri B36 á støðutalvuni.

 Talvan og tølini siga, at toftamenn eru illa sperdir. Fyrr í ár hava HB og B68 dystast tvær ferðir. Úrslitið er tveir HB sigrar við samantalda málmuninum 10-0.

B68 er niðast á talvuni. Jógvan Martin Olsen og hansara menn renna ikki undan veruleikanum. Fyrri teir er tað nú týdningarmikið at vísa góðan hugburð. Toftamenn hava spælt ellivu ferðir á rað uttan at vinna. Burtursæð frá kiksaranum á heimavølli ímóti AB fyri trimum vikum síðani hevur HB ikki tapt síðani 9. juni, tá ið EB/Streymur vann 2-1 í Gundadali.

Hjá B68 er tað smeitur, at Jonleif Højgaard er skaddur og tað kemur sera illa við, at liðformaðurin og generalurin á miðvøllinum Jann Ingi Petersen er leikbannaður. Mikukvøldið sá hann gult fyri fimtu ferð.

Hjá HB eru Gunnar Haraldsen, Christian R. Mouritsen og Símun Samuelsen framvegis skaðadarvaðir. René S. Joensen er komin fyri seg aftur.