Í evstu løtu staðfesti HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen 2-0 sigurin á sandoyingum, sum ikki vóru illa nøgdir við avrikið. Tað var eingin B71 sensatión í Gundadali ídag.
Í síðstu løtu varð HB leiðlsan tvífaldað til 2-0. Liðformaðurin, Fróði Benjaminsen, staðfesti sigurin, tá ið hann við høvdinum stýrdi hornasparksinnleggi í málið.
Sandoyingar vóru leingi treiskir, men síðstu løtuna var HB omaná.
B71 hevur framvegis fyrsta stigið til góða, og hóast málmunurin eftir trý umfør er 1-12, so er B71 formaðurin, Hanus Johannesen, ikki misnøgdur við avrikið:
- Tað var uppiborið, at HB vann, men vit stríddust væl, og tað er sjón fyri søgn, at talan hevur verið um leikliga framgongd. Vit fegnast um, at útlendingarnir tykjast vera stinnir, og nú gleða vit okkum til 2. páskadag, tá ið vit fáa vitjan av Víkingi og fyri fyrstu ferð skulu royna okkum á nýggja vøllinum, staðfesti B71 formaðurin á Rás2.
HB greiddi sín setning, og nú hava meistararnir fokus á 2. páskadag, tá ið teir skulu royna seg í torføra útidystinum á Svangaskarði.
HB-B71 2-0
Dómari: Rúni Gaardbo
1-0: Jón Krosslá Poulsen 40.
2-0: Fróði Benjaminsen 89.
HB: Heðin Stenberg - Pætur Jørgensen, Tórður Hreiðarson, Rói Danielsen, Hendrik Rubeksen - Hanus Thorleifsson, Óli Arge (Kári Nielsen, 72.), Fróði Benjaminsen, Vagnur Mohr Mortensen - Símun Samuelsen (Jógvan Rói Davidsen, 90.), Jón Krosslá Poulsen (Jógvan Andrias Nolsøe, 86.)
Gult kort: eingin
B71: Símun Rógvi Hansen - Rene Clementsen, Bojan Zivic, Allan Tungá, Bogi Hermansen -
Tijani Mohammed (Gunnar Lydersen, 87.), Helgi Finnbogason (Jóhannes Jensen, 78.), Mads Hentze (Marcus Klementsen, 74.), Joseph Bassene, Ebbe Kristin Thomsen - Tummas Hans Rubeksen
Gult kort: Bogi Hermansen, Thomas Hans Rubeksen, Allan Tungá
--------
70 min.
1-0
HB hevur bóltin nógv størsta partin av tíðini, men tað bilar við at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
B71 liðið er væl skipað, og tað hongur væl saman ímillum keturnar.
Í einstøkum mótálopum hava sandoyingar verið nær við. Eitt nú var um reppið, at Ebbe Kristin Thomsen skoraði fyri løtu síðani.
---
60 min.
1-0
Hálvleikur
1-0
----
40 min.
1-0
HB hevur fyri lítlari løtu síðani lagt seg á odda.
Hendrik Rubeksen royndi seg úr vinstru, Símun Rógvi Hansen hálvbjargaði, og Jón Krosslá Poulsen var fyrstur á bóltinum, sum hann smekkaði í málið.
-----
Eftir 20 minuttir er støðan framvegis málleysur javnleikur.
Sandoyingar eru betri mannaðir ídag, enn teir vóru, tá ið teir taptu 4-1 ímóti B36.
HB-B71
Dómari: Rúni Gaardbo
HB: Heðin Stenberg - Pætur Jørgensen, Tórður Hreiðarson, Rói Danielsen, Hendrik Rubeksen - Hanus Thorleifsson, Óli Arge, Fróði Benjaminsen, Vagnur Mohr Mortensen - Símun Samuelsen, Jón Krosslá Poulsen
B71: Símun Rógvi Hansen - Rene Clementsen, Bojan Zivic, Allan Tungá, Bogi Hermansen -
Tijani Mohammed, Helgi Finnbogason, Mads Hentze, Joseph Basenna, Ebbe Kristin Thomsen - Tummas Hans Rubeksen