UPPTAKT
Í morgin verður stórdystur í Klaksvík. Javnaldrarnir og arvafíggindarnir hjá KÍ, føroyameistararnir í HB, fara at vitja. Tað hevur altíð verið nakað serligt, tá ið HB hevur vitjað í Klaksvík.
Undan hesum kappingarárinum vóru tað ivaleyst fleiri, sum ímyndaðu sær, at FM heitið kanska fór at standa upp á spæl í júst hesum dystinum. Tað ger tað ikki. Men tað at HB longu hevur tryggjað sær FM heitið, ger ikki ynskið hjá KÍ minni at vinna á teimum.
Í landskappingardystinum, sum fyrr í summar varð spældur í Gundadali, var úrslitið 1-1, og tað hevði líkað KÍ sera væl, um tað hevði eydnast teimum at komið burturúr hesum kappingarárinum uttan at hava tapt ímóti meistarunum.
HB hevur nógvu tey seinastu árini havt gott tak á í Klaksvík. Í fjør vóru teir rættuliga sperdir. Bólturin hoppaði og dansaði í 2. hálvleiki í brotsteiginum hjá gestunum, men kortini eydnaðist teimum at vinna 2-1.
Hesa ferð er liðformaðurin hjá HB, Rúni Nolsøe, sum nógv á miðvøllinum snarar seg um, leikbannaður. Tað er fyrrverandi KÍ spælarin, Heðin á Lakjuni, eisini. Tað er eingin trupulleiki hjá HB at finna fólk at seta í staðin fyri teir báðar - teir eru átjan væl kvalifiseraðir spælarar í truppinum - men tað er ein spurningur, um teir kunnu spæla akkurát soleiðis, sum teir hava gjørt, nú tveir so sentralir menn eru burturi frá.
Onkur kundi kanska hugsað, at HB fer at taka sær av løttum, nú teir hava vunnið alt tað, sum kann vinnast, og teir eru vornir FM vinnarar fleiri umfør undan kappingarenda, enn nakar áður er vorðin. Í HB hava teir tikið sær av løttum í venjingunum - í hvussu so er fyrrapartin av vikuni - men teir fara í morgin at gera nógv fyri at vinna í Klaksvík.
Ivi er um Jákup
Í Klaksvík er lagið hampuligt, nú teir síðsta mánaðin hava verið á aldukambinum. Tríggir sigrar á rað hava havt við sær, at KÍ er flutt av áttanda plássinum og fram á fjórða plássið. Dreymurin um bronsukrónur kann framvegis gerast til veruleika, men so skal vita ógvuliga væl við. Fyrsta treytin fyri at hetta skal ganga upp er, at KÍ í morgin fær fult ímóti HB.
Jan Andreasen var leikbannaður, tá ið KÍ var á Skála. Hann er tøkur aftur. Spurningurin er so, um venjarin velur at seta hann aftur í miðverjuna og harvið at flyta Atla Danielsen longri fram á vøllin.
Einasta ivamálið í Klaksvík var fyrrapartin í gjár málverjin, Jákup Mikkelsen. Í vikuni hevur hann verið eitt sindur darvaður av sjúku, og vøddaskaðin, sum sunnudagin helt honum á beinkinum á Skála, var hóskvøldið ikki heilt burtur. Jákup var á vøllinum, men hann vandi ikki við fullari ferð.
Um landsliðsmálverjin ikki verður førur fyri at spæla í morgin, so verður tað enn eina ferð U-17 landsliðsmálverjin, Mathias Samuelsen, sum fer at fáa møguleikan. Harvið fer hann at fáa møguleikan at vísa heimaáskoðarunum, at tað var ikki einki í tí, tá ið tað eftir tepra sigurin á Skála varð sagt, at óroyndi málverjin hevði staðið seg rættuliga væl.