Nú er ein maður, sum mangan vitjar í Gundadali, blivin meldaður fyri siðamisbrot. Pætur Niclasen, ungdómsvenjari hjá HB bað orsaka fyrr í dag við foreldrini at dreinginum og annars sum heild fyri, at tey ungu ikki eru nóg trygg í hondunum á HB.
Pætur Niclasen segði eisini, at HB varð ávarað um hendan mannin áður, tó einki er gjørt við málið. Formaðurin í HB, Finnbogi Arge váttar, at illgrunin til hendan mannin ikki er nakað nýtt. Men hann afturvísir, at tey einki hava gjørt við málið.
Les eisini: Ungdómsvenjari hjá HB ávarar um pedofili
- Vit hava viðgjørt hesa støðuna tvær ferðir á nevndarfundi áðrenn. Men slatur og sleyg kann ikki gera av, um ein maður skal burturvísast, sigur formaður í HB.
Í samband við hesar ávaringar, sum hava verið frammi í HB, hevur nevndin í felagnum vent sær til løgregluna og spurt, hvat tey skulu gera við málið.
- Vit hava fingið greitt at vita, at vit ikki hava heimild til at burturvísa einum, sum ikki er dømdur fyri nakað lógarbrot, sigur Finnbogi Arge.
Hann vísir á, at vit liva í einum rættarsamfelag, har felagið noyðist at fyrihalda seg til lóg og landaskil.
- Hetta er eitt ræðuligt mál. Vit hava hildið eyga við manninum leingi, og vit hava ávarað um hann. Men vit kundu einki meira gera, sigur Finnbogi Arge.
Men nú eitt ítøkiligt mál er meldað, hevur HB formaðurin tiltrúgv til, at nú kann onnur støða takast.
- Vit fara á nevndarfund í annaðkvøld, har vit millum annað fara at kanna, um tað ber til at burturvísa manninum úr Gundadali, inntil niðurstøðan frá kanningini hjá løgregluni fyriliggur, sigur Finnbogi Arge.