HB-formaður: Ein trupulleiki fyri alla Havnina

Trupulleikin er ikki bara galdandi fyri HB. Hetta er ein trupulleiki hjá øllum ítróttarfeløgum í Havn.

Í gjár kom fram her á in.fo, at ein maður er meldaður fyri siðamisbrot móti einum ungum dreingi. Ungdómsvenjari hjá HB, Pætur Niclasen, bað í gjár um umbering fyri, at HB ikki hevði nóg tryggar karmar til tey ungu, nú tað, sum ikki skuldi henda, hendi.

 

Les eisini: Ungdómsvenjari hjá HB ávarar um pedofili

 

Finnbogi Arge, formaður í HB ger tó greitt, at ítøkiliga hendingin, sum leiddi til eina politimelding, ikki er farin fram undir venjing hjá HB ella í HB húsinum.

 

 

Og trupulleikin er størri enn HB, heldur formaðurin Finnbogi Arge.

 

Les eisini: HB formaður: Fara á nevndarfund um pedofilmálið

 

Tí í fleiri ár hevur slaturin gingið um, at hesin meldaði maðurin er áhugaður í børnum á ein ósømiligan hátt. Men einki ítøkiligt prógv hevur fyriligið fyrr enn nú.

 

- Hetta er ein trupulleiki hjá øllum ítróttarfeløgunum í Havnini. Hesin maðurin gongur til venjingar hjá øllum ítróttarfeløgunum, og spurningurin er, hvat vit eiga at gera við tað, sigur Finnbogi Arge.

 

 

Áður hevur nevndin í HB roynt at fingið mannin burturvístan, men løgreglan hevur víst á, at ikki ber til at burturvísa einum, sum ikki er dømdur fyri nakað.

 

 

- Nú fara vit tó aftur at royna at fáa hann burturvístan inntil kanningarnar hjá løgregluni eru lidnar, sigur Finnbogi Arge, sum í kvøld skal á nevndarfund um málið.