HB flongdi NSÍ

07 Vestur megnaði at javna, eftir at EB/Streymur var frammanfyri 2-2

Tað var øgiliga stórur dramatikkur a Dungasandi í Sørvági, tá ið tað endaði 2-2 millum 07 Vestur og EB/Streymur. Gestirnir vóru frammanfyri við tveimum, inntil tað restaðu fimm minuttir. Kortini megnaði 07 Vestur av svara aftur og skora tvey mál. Í tíðini, sum íslendski dómarin legði aftrat, sendi væl upplagdi Søren B. Nielsen, sum lítla løtu frammanundan hevði javnað, bóltin í stólpan, tá ið hann royndi seg við frísparki.

 

Fyrr í dag vann Skála 1-0i Fuglafirði. Tað ber við sær, at 07 Vestur við fimtan stigum er fimm stig frá áttanda plássinum.

 

Í Gundadali vann HB trivaligan 4-1 sigur ímóti NSÍ, sum spilti møguleikan at vinna seg heilt fram á toppin. HB hevur nú 27 stig, og harvið eru tað fimm stig fram til B36 og fjórða plássið og seks stig fram til KÍ og bronsuplássið.

 

Tað var avgerandi fyri gongdina og úrslitið í Gundadali, at NSÍ so ruddiliga klokkaði í tí fyrstu minuttirnar í fyrra hálvleiki og aftur fyrstu løtuna eftir steðgin. HB legði seg framum beinanvegin, tá ið Sebastian Pingel skoraði. Petur Knudsen javnaði fyri NSÍ, men lítlu løtuna eftir steðgin varð alt avgjørt, tá ið HB skoraði trý mál.

NSÍ hevði bóltin meiri enn HB, men gestirnir megnaðu ongantíð at hótta HB, sum dugdi væl at laga tað eftir sínum treytum. Í seytjan teimum fyrstu umførunum fóru fjúrtan mál ígjøgnum hjá NSÍ. Inntil í kvøld hevði NSÍ spælt triggjar dystir eftir summarsteðgin. Úrtøkan var tríggir sigrar við málmuninum 14-0. Í kvøld fóru fýra mál ígjøgnum, og tað kostaði oddasessin.

 

HB hevur nú vunnið imóti trimum teimum fremstu – KÍ, Víkingi og í kvøld NSÍ.

 

-Vit vóru als ikki við fyrstu løtuna í bæði fyrra og seinna hálvleiki. Gongdin í fyrra hálvleiki var soleiðis, at vit væl kundu havt verið á odda. Støðan var 1-1, men eftir fyrsta lítla korterið eftir steðgin var alt avgjørt, staðfestir NSÍ venjarin Anders Gerber, sum leggur aftrat:

-Nú mugu vit reisa okkum, áðrenn vit mikukvøldið aftur skulu í Gundadal at spæla ímóti B36. 

 

Átjanda umfar

KÍ-Víkingur 1-1 (1-1)

0-1: Gunnar Vatnhamar

1-1: Jákup B. Andreasen

 

ÍF-Skála 0-1 (0-0)

0-1: Brian Jacobsen

 

07 Vestur-EB/Streymur 2-2

0-1: Rógvi Egilstoft Nielsen br

0-2: Ari Mohr Olsen

1-2: Ken Fagerberg br

2-2: Søren B. Nielsen

 

HB-NSÍ 4-1 (1-1)

1-0: Sebastian Pingel

1-1: Petur Knudsen

2-1: Sebastian Pingel

3-1: Øssur Dalbúð

4-1: Aleksandar Stankov br

 

Suðringar-B36 0-1 (0-1)

0-1: Patrik Johannesen

 

Støðan eftir átjan umfør og tveir triðingar av kappingini

Víkingur 36

NSÍ 33

KÍ 33

B36 32

HB 27

EB/Streymur 22

Skála 20

Suðringar 20

07 Vestur 15

ÍF 6

 

Mikudagin 16. august

B36-NSÍ

Leygardagin 19. august

Skála-KÍ

Sunnudagin 20. august

Víkingur-B36

NSÍ-EB/Streymur

HB-07 Vestur

Suðringar-ÍF