HB hevur í kvøld kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við Michal Przybylski. Hann skiftir frá B36, har hann hevur verið ein profilur í ár.
Bæði HB og B36 havi havt nakað av frágongd síðani kappingarenda. Mathias Nygaard, Mikkel Frankoch og Øssur Dalbúð halda ikki fram í HB, meðan Jógvan Rói Davidsen er givin. René Shaki Joensen er ónøgdur, men hevur sáttmála við felagið fyri 2021, meðan Tróndur Jensen ikki hevur longt sáttmálan, tí hann ivast um projektið hjá HB er ov krevjandi fyri hann.
Bjarti V. Mørk er komin til úr AB og skal verða eykamálverji. Tað hevur leingi ljóðað, at Michal Przybylski hevur verið á veg til grannarnar fyri norðan. Í kvøld er tann søgan staðfest.
B36 hevur mist Árna Frederiksberg til KÍ, meðan spælarar sum Stefan Radosavljevic, Sebastian Pingel og Sonni Ragnar Nattestad eru óvissir til komandi kappingarár.