HB fingið nýggjan spælara

HB hevur gjørt sáttmála við 28-ára gamla miðverjan, Delphin Tshiembe

In.fo skrivaði fyri viku síðan, at HB hevði Delphin Tshiembe til royndarvenjing, og at tað gekk væl. Tað gekk somikið væl, at hann nú hevur gjørt sáttmála við felagið.

- 28-ára gamli Delphin Tshiembe verður nýggjur maður í reyðum og svørtum. Delph er føddur í Congo, men er uppvaksin í Danmark, har hann hevur spælt 56 dystir í Superliguni fyri AC Horsens. Seinast hevur hann spælt í skotsku Premier League fyri Hamilton Academical, har hann spældi 19 dystir, skrivar hb.fo.

Delphin Tshiembe er 188 sentimetrar høgur og spælir í miðverjuni, men hevur eisini spælt á miðjuni. Tað er nakað, sum sæst í hansara spælið, sambært Jens Berthel Askou, venjara hjá HB.

-  Hann er ein sterkur spælari. Sterkur í nærdystum, bæði í luftspælinum og í mann móti manni. Harumframt er hann róligur, og hevur gott eyga fyri spælinum. Hann hevur nakrar leiðaraeginleikar, bæði á og uttanfyri vøllin. Hann tekur ábyrgd og stýrur liðnum. So er hann eisini ein glaður og útvendur persónur, sum skapar gleði og gevur sítt íkast til samanhaldið á liðnum, sigur Jens Berthel Askou við hb.fo.

HB hevur leingi leitað eftir einum miðverja, sum skal avloysa Lasse T. Andersen, ið er farin til Skive. HB skal leygarkvøldið spæla móti KÍ í Stórsteypadystinum. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.