Lutakastið í fyrstu rundu av Champions League er júst farið aftur um bak, og HB fekk somu mótstøðu sum Víkingur fekk í fjør. HB skal spæla tveir dystir ímóti HJK Helsinki. Víkingur trekti eisini HJK Helsinki hetta tíðspunktið í fjør.
HB spælir fyrra dystin á útivølli, tað burdi verði ein fyrimunir. HB hava ikki verið í Champions League síðan 2016, og sjálvt um hetta er ring mótstøða kundi tað verði verri.
Hægst seetaða liðið í bólki trý Bate Borisov var einasta seetaða liðið eftir í pottinum tá ið HB var trekt, og tað hevði verið torfør mótstøða. Teir hava fleiri fer fyrr verið í Champions League bólkaspælinum.
Víkingur hevði tað trupult ímóti HJK Helsinki í fjør. Víkingur tapti báðar dystirnar, heimadystin 2-1 og útidystin tapti Víkingur 3-1. Bert tíðin kann vísa um HB fær givið HJK Helsinki nakrar trupuleikar, men um HB kann finna tær góðu taktirnar frá seinasta kappingarárinum fram, er ongin yvi um at HB kann verða ring mótstøða fyri finska høvuðstaðarliðið.
Ikki er greitt enn hvørji dato dystirnir verða, og tað kunnu eisini koma broytingar í ætlaninum hjá UEFA.
HB spælir eftir ætlanini fyrra dystin á útivølli 9/10 juli og seinni dysturin skal spælast í Gundadali 16/17 juli.