Í dag hevur lutakastið til 1. umfar í Europa League 2020/21 kappingin verið. Tað bleiv eitt misjavnt umfar fyri føroysku feløgini, skuldi tey vunnið seg víðari úr undanumfarinum, sum verður í komandi vikuni.
Fyrst úr pottinum var NSÍ. Vinnur NSÍ á Barry Town United í komandi viku á Svangaskarði, so skal NSÍ spæla móti skotska Aberdeen á útvølli. Tað er samanlagt eitt góðkent lutakast, tí runavíkingar nú hava møguleikan at koma úr undanumfarinum, men uppgávan verður stór í Aberdeen.
Besta lutakastið til 1. umfar í Europa League fekk B36. Endurtekur B36 sigurin á St Joseph’s av Gibraltar frá 2018, so skal B36 á heimavølli spæla móti Levadia Tallinn úr Estlandi.
Torførasta lutakastið fekk HB, sum í fall av sigri á Glentoria í Belfast í Norðurírlandi aftur skal út at ferðast. HB skal nevniliga spæla móti gamla felagnum hjá Gunnari Nielsen, Motherwell. Feløgini møttust í 1994, tá Motherwell vann 3-0 í Skotlandi og 4-1 á Svangaskarði.
Europa League 1. umfar:
B36/St Joseph’s - Levadia Tallinn
Aberdeen – NSÍ/Barry Town United
Motherwell – HB/Glentorian











