HB fekk rætt í rættinum

Fútarætturin gav HB viðhald í, at Ítróttardómstólurin skal tala, áðrenn nøkur fjórðingsfinala verður spæld. Móti at seta trygd upp á hálva millión fekk HB sett fútaforboð fyri, at EB/Streymur og VB/Sumba skulu spæla

Fótbóltur

Rættarsalur 2 var í minna lagi, tá málið um møguligt fútabann fyri einum fótbóltsdysti skuldi avgerast. Talan var um higartil seinasta leikin í drúgva málinum um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen, og var tað HB, sum hevði biðið um fútabannið. Hetta tí teir mettu, at tað var um undirgraving av kæruni hjá HB til Ítróttardómstólin, um dysturin hjá EB/Streymi varð avgreiddur, áðrenn Ítróttardómstólurin hevði havt møguleika at siga sína hugsan um málið.

Grundgevingarnar
HB grundgav sína støðu við, at teir hava kært málið fyri Ítróttardómstólin, og at tað tí er ein provokatión frá Kappingarnevndini, tá hendan hevur ásett, at dysturin á Eiði skuldi spælast í kvøld.
Fótbóltssambandið førdi fram, at teir als ikki meta, at Ítróttardómstólurin hevur rætt at viðgera slík mál, og at kæran frá HB tí als ikki kundi takast í álvara. Hartil førdi FSF fram, at um so var, at fútabann varð sett, skuldi HB veita bankatrygd fyri 500 tkr. Hetta er peningur frá UEFA, sum FSF metir stendur í vanda, um steypakappingin ikki verður avgreidd sum ætlað.
Hartil førdi FSF fram, at áheitanin frá HB um fútabann ikki leyk reglurnar í fyrisitingarrætti. Ein merkisverd grundgeving í sjálvum sær, tá FSF støðugt hevur roynt at hildið eitt nú fyrisitingarrættarligu reglurnar uttan fyri fótbóltsheimin.

Dómstólurin skal tala
Tá dómarin talaði, var hon tó ikki samd við FSF um, at áheitanin frá HB ikki leyk reglurnar um fútabann. Tó metti hon, at tá FSF metir seg hava 500 tkr. í klemmu, um steypakappingin ikki verður avgreidd eftir ætlan, skuldi HB veita trygd fyri hesum peningi.
Ein løtu var tøgn í salinum, og tað tóktist, sum skuldi stóra talið sodna. Men tá sakførarin hjá HB spurdi, hvar peningurin skuldi setast inn, var fútabannið greitt. Fáar minuttir seinni komu umboð fyri HB í rættin við stóra kekkinum, og so stóð greitt, at ítróttardómstólurin skal tala.
Tí hvørt FSF vil tað ella ikki, so verður tað nú upp til teirra, um steypakappingin kann avgreiðast. Hóast lógir FSFs siga nakað annað, so skerst ikki burtur, at við einum fútabannið yvir leikvøllin, so ber illa til at spæla dystin millum EB/Streym og VB/Sumba, áðrenn ítróttardómstólurin hevur talað. Og gongst eftir ætlan, so verður hetta tann 10. juli. 107 dagar eftir, at HB og VB/Sumba spældu í Gundadali&