HB fekk hevnd

Vágbingar vórðu sendir suðuraftur við tennis-eggið, tá HB tryggjaði sær oddasessin í bólkinum, og á Eiði fekk EB/Streymur í evstu løtu forloysandi málið, sum sendi teir í fjórðingsfinaluna

Løgmanssteypið

Tað var skjótt staðfest í Gundadali, at HB og VB als ikki vóru sinnaði at taka sær av løttum í seinna dystinum teirrra millum. Ein málleysur javnleikur tóktist annars sum eitt hampuliga upplagt úrslit, sum hevði givið báðum pørtum heimavøll í fjórðingsfinaluni, men tað var ikki liðin stórt meira enn ein minuttur, áðrenn hol varð sett á.
Heini Fernandez fekk bóltin stungnan inn um VB-verjuna, og so sveik garvaði málrevurin ikki.
Skjóta málið var helst júst tað, sum skuldi til hjá HB, tí komandi 89 minuttirnar nýttu teir til at sýna sítt besta avrik higartil í ár, tó at hetta var upp á eina hampuliga bíliga bakgrund.
VB megnaði nevnliga als ikki at fylgja spælinum hjá HB. serstakliga á miðvøllinum høvdu teir ilt við at fáa tak á. Ikki minst takka verið stórspælinum frá Kára Nielsen.
Kári var eisini maðurin, sum økti til 2-0, tá eitt gott og flatt langskot frá honum stiklaði á vøllinum beint framman fyri Bjarna Johansen.
Og tá so VB stutt eftir hetta misti Dan Djurhuus, tá hesin hevndi seg inn á Rógva Jacobsen, var at kalla leyst og liðugt hjá HB. VB royndi kanska at sprella eitt sindur, og eitt nú hevði Palli Augustinussen eitt brakandi skot á stongina, men tá Heðin á Lakjuni beint undan steðginum økti til 3-0, var ikki meira eftir.
Og tó at HB í stóran mun tók sær av løttum eftir steðgin, so megnaðu teir tríggjar ferðir at økja. Og tað mundi kennast hugaligt, at tað fyri tað nógva vóru teir ungu menninir, sum nú settu dagsskránna. Seinastu løtuna var tað soleiðis Hallur Danielsen, sum var elsti HB?arin á vøllinum, og hjá mongu HB-viðhaldsfólkunum mundi tað kennast hugagott, at unga menninir áhaldandi koyrdu á troyttu vágbingarnar.

Soleiðis varð tað HB, sum fekk fyrimunin av heimavølli í fjórðingsfinaluni, og her hitta teir enn einaferð EB/Streym.
Leingi var annars líkt til, at felagsliðið ikki skuldi koma víðari, tí eftir at Jonhard Frederiksberg hevði lagt gestirnar av Skála framum, hevði Skála eisini møguleika at økja um leiðsluna, men teir vóru ikki nóg kaldir í avgerandi løtunum.
Og ístaðin kundi EB/Streymur so koppa øllum á høvdið seinastu 20 minuttirnar. Sorin Anghel javnaði, tá hann megnaði at renna Skála-verjuna av sær, og í seinastu løtu kundi Fróði Clementsen so við sínum fyrsta máli fyri felagið tryggja EB/Streymi sigurin. Við frísparki langaði hann bóltin í netið, og so mátti Skála bara enn einaferð staðfesta, at tað er ikki nóg mikið at spæla góðan fótbólt stóran part av tíðini. Mál skulu til, og tá hesi eru skotin ræður so eisini um at halda tætt í egnari verju. Tey bæði týdningarmiklu kynstrini tykist Skála enn ikki hava lært.

HB-VB 6-0 (3-0)
1-0: Heine Fernandez
2-0: Kári Nielsen
3-0: Heðin á Lakjuni
4-0: Hendrik Rubeksen
5-0: Heðin á Lakjuni
6-0: Hendrik Rubeksen

EB/Streymur-Skála 2-1 (0-0)
0-1: Jonhard Frederiksberg
1-1: Sorin Anghel
2-1: Fróði Clementsen