HB fekk fullan pott móti AB hetta kappingarárið

HB skoraði 13 mál í trimum dystum móti grannunum av Argjum hetta kappingarárið

HB og AB hava nú spælt sínar tríggjar innanhýsis dystir í Betrideildini hetta kappingarárið.

 

Talan gjørdist um fulla úrtøku til HB í hesum trimum dystunum, níggju stig. 

 

HB vann stórsigrar 4-0 og 5-0 í tveimum teimum fyrstu dystunum móti AB hetta kappingarárið. Ígjár fekk HB tó dygdargóða mótstøðu frá AB, tá HB vann 4-2 inni í Vika á Argjum. AB var á odda 2-1 og gav HB ein skarpan gang.

 

HB megnaði sostatt at skjóta 13 mál móti AB hetta kappingarárið, ið tó mótsatt einum øðrum høvuðsstaðarfelagi í Betrideildini hevur megnað at skorað móti HB hetta kappingarárið. 

 

HB-AB 4-0 (3-0) - 8. apríl

 

HB-AB 5-0 (1-0) - 6. august

 

AB-HB 2-4 (1-1) - 27. august

 

Kelda: FaroeSoccer