Tað var stórt vónbrot hjá HB hóskvøldið, tá ið NSÍ varpaði sigursríkasta felagið í steypakappingini úr kappingini. NSÍ vann 1-0 og harvið samantalt 2-0. Tað ber við sær, at tað eru gestirnir í Gundadali í dag, sum skulu spæla finalu og ikki HB.
Síðani hóskvøldið hevur tað bæði í HB og NSÍ snúð seg um at hvíld og at syrgja fyri, at orkugoymslurnar eru so fullar, sum tað yvirhøvur ber til, áðrenn týdningarmikli landskappingardysturin verður í dag.
HB venjarin Heðin Askham roknar við annað slag av uppgerð enn hóskvøldið:
-Tá var útgangsstøðan hjá okkum, at vit fyrst skuldu javna teirra 1-0 leiðslu frá fyrra dystinum. Tí var neyðugt hjá okkum í 2. hálvleiki at sleppa í verjuni. Tá øktist møguleikin fyri, at annað liðið fór at skora mál, og tað vóru teir, sum gjørdu tað, staðfestir Heðin Askham, sum heldur, at tað hóskvøldið var sera tætt.
Trygvi Mortensen er fegin um, at hansara spælarar í dag hava finaluplássið í steypakappingini við í Gundadal:
-Nú er týdningarmikið, at vit ikki hugsa um steypafinaluna, men at vit í staðin fokusera fult og heilt á landskappingardystin í dag. Sjálvandi er tað góður førningur at hava við okkum, at vit hóskvøldið vístu, at vit megna at vinna í Gundadali.
Fjarstøðan frá HB og triðja plássinum og fram til toppin og NSÍ er fimm stig. Um tað eydnast HB at vinna, so verður munurin bara tvey stig. Um NSÍ vinnur, so verður munurin átta stig.
Hetta er altso møguleikin hjá HB at melda seg inn aftur í tætta kapping um meistaraheitið.