Tað er eingin loyna, at leiðslan í HB seinastu vikurnar hevur arbeitt dúgligani við at útvega felagnum styrk til teir báðar Champions League undandystirnar móti Kaunas úr Litava. Um tað skuldi hent seg, at HB basti litaviska meistaraliðnum, var mótstøðuliðið í næsta umfarinum ivaleyst Champions League vinnararnir úr Liverpool.
Seinasta freist at skráseta spælarar til Champions League undandystirnar var á midnátt mikukvøldið, og tí hevur verið arbeitt við fullari megi í HB-húsinum seinastu dagarnar.
Hvørki Todi ella Wieghorst
Millum teir spælarar, ið HB hevur verið í sambandi við, eru Todi Jónsson og Morten Wieghorst. Teimum flestu kunnugt er Todi um reppið at skriva undir ein sáttmála við norska felagið Fredrikstad, og tí verður klaksvíkingurin ikki ein av teimum, ið skal styrkja um HB-liðið.
Sterki miðvallarin Morten Wieghorst, sum herfyri gjørdist danskur meistari við Brøndby, er júst givin sum yrkisleikari. Leingi var samband millum HB og Wieghorst, sum áður hevur leikt í skotskum fótbólti við Celtic og Dundee, men tá ið Wieghorst gjørdist hjálparvenjari í superligafelagnum FC Nordsjælland, stungu trupulleikar seg upp.
Wieghorst var sinnaður at hjálpa HB, men hann vildi hava, at HB spurdi FC Nordsjælland um loyvi til at brúka Wieghorst í tveir dystir.
Seint týskvøldið gjørdist tó greitt, at tað ikki bleiv til nakað við samstarvinum millum HB og Wieghorst. Hinvegin hevði HB tá framvegis samband við nakrar aðrar danskar leikarar, og roynt var til tað síðsta at fáa hesar upp á pláss.