HB-ÍF Málini:

1-0: sjálvmál, 22. min.
Jákup á Borg sendir innskrúvað fríspark úr vinstru. Vandi tykist ikki vera á ferð, men Bartal Eliasen ansar ikki málverjanum, sum er á veg út, og so stútar sterki stopparin í egið mál.

2-0: Tór-Ingar Akselsen, 58.
HB kontrar við Tór-Ingari og Jákup móti trimum ÍF-verjuspælarum. Verjan bakkar og bakkar, og tá Tór-Ingar so roynir seg við skoti, smoyggir hetta sær undir Allan Joensen, ið helst burdi vart fyri.

3-0: Heine Fernandez, 64.
Jákup á Borg sendir hesaferð frísparksinnlegg høgt móti handaru stong. Har er Heine hægstur, og tó at hann ikki er í javnvág, fær hann stýrt bóltinum inn um stongina, har hann smoyggir sær undir málverjan.

4-0: Rúni Nolsøe, 68.
Aftur er Jákup upp á spæl í høgru síðu. Hesaferð endar flata innleggið hjá Tór-Ingari, sum leggur út frá til liðskiparan, ið av brotsteigarmarkinum hegnisliga sendir bóltin út móti stólparótini.

5-0: Rókur Jespersen,
Enn einaferð er talan um uppspæl í høgru. Hesaferð kemur Jákup at baklinjuni, og tá hann sendir flatt innfyri, kann Rókur úr stuttari fjarstøðu sparka bóltin í kassan.

6-0: Heine Fernandez, 90.
Hallur Danielsen sparkar horna úr høgru. Bólturin ferðast eitt sindur aftur og fram, og at enda fær Heine við vinstra beininum tacklað bóltin í meskarnar. Game, set and match, HB!