HB eyðmýkti grannarnar

1. DEILD: Úrslitið var sum í tennisdysti, tá ið B36 legði rygg til stórt tap

Stigatalvan segði, at B36 var favorittur í grannauppgerðini í fyrstu deild í Gundadali í kvøld.

B36 var á triðja plássi við 12 stigum, og HB var á sjeynda plássi við 9 stigum.

Í kvøld var grannauppgerðin í Gundadali fyrsti dystur í áttanda umfari, og HB smurdi B36 av.

Úrslitið var 6-1 eftir hálvleiksstøðuna 2-0.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki setti Hilmar Leon Jakobsen hol á, og tá ið ein hálvur tími var farin, økti Rói av Fløtum um munin til 2-0.

Fyrsta stóra korterið eftir steðgin hevði B36 fleiri hornaspørk, uttan at tað eydnaðist at minka um munin. Tá so landsliðsspælarin í hondbólti, Hilmar Leon Jakobsen, skoraði fyri aðru ferð og økti um munin til 3-0, var alt avgjørt, og seinna partin av 2. hálvleiki var tað klassiskt HB snitt yvir spælinum. Málini skolaðu ígjøgnum hjá B36, og í fleiri førum var uppspælið fínt.

Rókur av Fløtum Jespersen økti til 4-0, Levi Hanssen til 5-0 og Dánjal Nolsøe Leifsson til 6-0, áðrenn Sámal Jákup Jacobsen fýra minuttir undan leikloki minkaði um munin til 6-1.

HB hjálparvenjarin Kevin Schindler var millum fleiri veteranar á vøllinum. Aðrir veteranar vóru Levi Hanssen og  Rókur av Fløtum Jespersen. Ein annar var evnaríki ungi maðurin Hanus Pauli Danielsen.

Á B36 liðnum var Hannes Agnarsson á vøllinum í fyrra hálvleiki, og so vóru fleiri av teimum, sum í fyrstu umførunum hava verið við til at vinna væl størri úrtøku, enn teir næstbestu hjá B36 plaga at vinna.

Í kvøld var tó eingin ivi um, at HB var væl betri enn grannarnir.

Stórsigurin í kvøld ber við sær, at nú er HB á triðja plássi. Bæði HB og B36 hava 12 stig, men málmunurin hjá HB er betri.

Hinir fýra dystirnir í 8. umfari vera í morgin: Víkingur – AB, NSÍ – B71, B68 – KÍ og 07 Vestur – FC Hoyvík.