HB er væl fyri til steypafinaluna

(Ljóðsamrøður) Hoyr samrøður við André Olsen (B68) og Heðin Askham (HB) her

Heðin Askham, høvuðsvenjari hjá HB er stóri sigursharrin í dag. Lið hansara hevði eina sannførandi upptakt til steypafinaluna við einum 3-0 heimasigri ímóti B68. Samstundis snávaði B36 ímóti KÍ, sum merkir, at nú er HB bert fýra stig frá oddasessinum.

 

André Olsen hjá B68 ásannaði, at tað er tungt við áhaldandi tapunum, men nú møta teir liðum, sum liggja lægri á stigatalvuni, og teir ætla at spæla fyri tí teoretiska møguleikanum, sum er. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar við André Olsen og Heðin Askham.