07 Vestur hevur í kvøld vunnið 1-0 á HB. Málið skoraði Holgar Durhuus í tíðliga í fyrra hálviki. HB er nú undir niðurflytingarstrikuni, meðan 07 Vestur nú er røttu megin niðurflytingarstrikuna. B36 hevur vunnið á Sandi 3-2. B36 var á odda 2-0, men B71 javnaði við tveimum brotsspørkum. Jákup á Borg bjargaði B36 stutt fyri tíð við máli til 3-2. í Runavík vann Víkingur 1-0 við máli sum Atli Gregersen skoraði. NSÍ fekk Jens Joensen útvístan eitt korter fyri tíð.
07 Vestur - HB 1-0 (Liðugt)
1-0 Holgar Durhuus, 5
HB er eitt lið í veruligari kreppu. Føroyameistarnir hava ongantíð verið í næstbestu deildini við besta liðnum, men eftir 15 umfør eru teir nummar níggju og undir niðurflytingarstrikuni. 07 Vestur hevur spælt fleiri góðar dystir í ár og eftir dystin í dag, er felagsliðið úr Vágunum røttumegin niðurflytingarsstrikuna.
90+3 Kingsley Amunike bjargar skoti frá Jón Krosslá Poulsen á strikuni
90.min Dómarin hevur lagt 5 minuttir afturat.
89.min HB roynur við longum bóltum, men fær einki burtur úr.
85.min Framvegis 1-0, men bæði liðini hava møguleikar. Fyrst bhargaði HB tvær ferðir og bara sekundir seinni bjargaði 07 Vestur á strikuni
67.min Nú gongur javnt á aftur í Sørvági. Tað eru ikki teir nógvu málmøguleikarnir.
55.min HB komi væl frá byrjan í seinna hálvleiki. Teir høvdu bóltin í málinum, men dómarin bríkslaði fyri rangstøðu.
Hálvleikur 07 Vestur til hálvleiks við eini 1-0 leiðslu. Stutt fyri hálvleik rakti Andre av Fløtum tvørstongina.
35.min Framvegis 1-0 til 07 Vestur. Spælið er javnt og uttan mál møguleikar.
5.minMál 1-0 - Holgar Durhuus 07 Vestur hevur lagt seg á odda við mótálopi. Tað endaði við at Holgar Durhuus stóð einsamallur frammanfyri málinum og skoraði.
07 Vestur: Kristian Joensen - Torstein Mýlingstind, Kingsley Amunike, Tehe Aristide, Rógvi Nielsen - Holgar Durhuus, Jovan Panic, Eli Nielsen, Joseph Bassene, Badara - Clayton
HB: Teitur Gestson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Pál M. Joensen, Hendrik Rubeksen - Hanus Thorleifsson, Fróði Benjaminsen, Kári Nielsen, Hallur Hannson, Rógvi Poulsen - Andrew av Fløtum
B36 var greitt omaná á Sandi, men tað skuldi eitt Jákup á Borg mál til,aðrenn oddaliðið megnaði at vinna á botnliðnum B71. B36 kom á odda tiðliga í fyrra hálvleiki við málum sum Róaldur Jacobsen og Klæmint Matras skoraðu. Í seinna hálvleiki javnaði B71 við tveimum brotsspørkum. Fyrst umsetti Gudmund Nielsen úr 11 metrum. Løtu seinni umsetti Thomas Rubeksen eisini úr 11 metrum og javnaði fyri B71.
Stutt fyri tíð megnaði Jákup á Borg at skora avgerandi málið. B36 hevði annars nógvar málmøguleikar, men Símun Rógvi Hansen stóð ein branddyst í B71 málinum. Í evstu løtu hevði B71 fríspark, men einki kom burtur úr. B36 heldur fast um oddasessin við sigrinum.
B71 - B36 2-3 (liðugt)
0-1 Róaldur Jacobsen, 10
0-2 Klæmint Matras, 15
1-2 Gudmund Nielsen, br
2-2 Thomas Hans Rubeksen, br
2-3 Jákup á Borg
B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flint Rasmussen, Símun Joensen - Súni Olsen, Atli Danielsen, Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen - Jákup á Borg og Lukasz Cieslewicz
B71: Símun Rógvi Hansen - Thomas Hans Rubeksen, Bojan Zivic, Allan Tungá, Poul Kjartan Dam - Mikkjal Hentze, Bogi Hermansen, Bakary Bojang - Tijani(Nøvnini á tveimum mangla.
NSÍ-Víkingur 0-1 (liðugt)
0-1 Atli Gregersen, 58
Reytt kort Jens Joensen(NSÍ), 77.min
Dysturin við Løkin í Runavík er liðugur og støðan endaði 1-0 til Víking. Málið kom tá eiin góður tími var farin. Eftir horna var Atli Gregersen fyrstur á. NSÍ fekk Jens Joensen útvístan eitt lítið korter fyri tíð. Víkingur heldur framvegis fast í B36, sum hevur tvey stig fleiri á fyrsta plássi.
77.min Miðverjin hjá NSÍ, Jens Joensen hevur fingið reytt kort fyri at brúka seg móti dómaranum. Sostatt eru NSÍ tíggju. Víkingur hevur eisini skift Andreas Lava Olsen inn fyri Símin Hansen. Fyri NSÍ eru Mamuka og Debes Danielsen farin út fyri Árna Fredriksberg og Jann Matin Mortensen.
58.min Mál 0-1 - Atli Gregersen! Eftir horna úr høgru gjørdist Atli Gregersen leysur við aftaru stong og stútaði í mál.
Hálvleikur Málleyst í hálvleikinum í Runavík. Víkingur hevur verið omaná samanlagt, men móti endanum av halvleikinum tók NSÍ yvir og hevði onkra roynd á mál.
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Fredriksberg, Petur Pauli Mikkelsen, Jens Joensen, Heðin á Lakjuni - Debes Danielsen, Fritleif í Lambanum, Jústinus R. Hansen, Mamuka - Chr. Høgni Jacobsen og Klæmint A. Olsen
Víkingur: Geza Turi - Hjartvard Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Niclas Niclassen, Sam JAcobsen, Evrard Ble - Sølvi Vatnhamar, Símin Hansen, Finnur Justinussen.