Veddingarfyritøkan Nordicbet gevur á hvørjum árið eitt yvirlit yvir favorittin til at vinna føroyameistaraheitið í Effodeildini.
Í ár eru føroyameistararnir úr HB favorittar til at vinna deildina, men Nordicbet hevur eisini Víking sum stóran favoritt.
KÍ og EB/Streymur, ið hava styrkt seg nógv til kappingarárið geva ávíkavíst 6 ferðir og 9 ferðir pengarnir aftur, um annað av teimum liðunum vinnur Effodeildina í ár.
Soleiðis sær listin út til Føroyameistaraheitið hjá Nordicbet :
HB vinnur FM, odds 2.40
Víkingur vinnur FM, odds 2.85
KÍ vinnur FM, odds 6.00
EB/Streymur vinnur FM, odds 9.00
B36 vinnur FM, odds 9.00
ÍF vinnur FM, odds 9.00
NSÍ vinnur FM, odds 12.00
AB vinnur FM, odds 18.00
B68 vinnur FM, odds 70.00
Skála vinnur FM, odds 70.00