HB er størsti favoritturin

Tá hugt verður at hagtølunum fyri dystirnar, sum skulu spælast sunnudagin, so er einki at ivast í, at HB er størsti favoritturin. Fimm ferðir hevur TB vitjað HB í landskappingini seinastu tíggju árini, og hvørja ferð hevur talan verið um heimasigur. Og fleiri ferðir um rættiliga stórar av slagnum.
Annars staðfesta hagtølini eisini, at bæði B36 og GÍ hava eitt sera gott tak í ávíkavist Ruanvík og Gøtu. Báða staðni hevur talan bara verið um ein heimasigur seinastu tíggju árini.
Í Vági bendir nógv á eina tætta og málfátæka uppgerð, meðan KÍ oftani hevur havt trupulleikar av EB/Streymi, sum oftani hevur argað í Klaksvík.
Hvussu er og ikki, so hava hagtøl sjáldan avgjørt nakran dyst. Stuttlig kunnu tey tó vera at hyggja at, og á talvuni sæst, hvussu tað hevur tørnað út, tá mótstøðuliðini sunnudagin hava hitst í bestu deildini seinastu tíggju árini.