Sunnudagin klokkan 15 byrjar dysturin millum HB og AB á ovara vølli í Gundadali.
HB er triðfremst í Betrideildini við 35 stigum og AB er aftast í deildini við 10 stigum. Tó hevur gongdin verið góð hjá AB seinastu umførini. AB hevur vunnið tríggjar av teimum seinastu fýra dystunum í Betrideildini.
HB hevur tó vunnið níggju av teimum seinastu dystunum móti AB í Betrideildini og í steypakappingini, og tað sæst aftur í oddsunum 12 altjóða veddingarfyritøkur lata upp á dystin millum HB og AB. HB er nevnliga risafavorittur hjá veddingarfyritøkunum.
Oddsini upp á heimasigur til HB liggja millum 1,01 og 1,07.
Oddsini upp á útisigur til AB liggja millum 17,00 og 39,95.
HER eru oddsini:
##med2##












