HB er flúgvandi

Í Vágum eru Magnus Powell og hansara menn farnir at hugsa um nýggja kappingarárið

Eftir jánkasliga várið hevur HB av álvara fingið luft undir veingirnar. HB hevur vunnið fulla úrtøøku fimm tær seinasatu ferðirnar – síðsti sigurin var mikukvøldið ímóti higartil ósigraða KÍ – og nú kappast HB fyri at vinna silvur í landskappingini og aftur í ár at vinna steypakappingina.

 

Um tað skal eydnast at vinna næstfremsta plássið, so er neyðugt at vinna á Dungasandi í Sørvági seinnapartin. 07 Vestur hevur tvær ferðir fyrr í ár spælt á útivølli ímóti HB. Fyrru ferðina vann HB 7-0, og seinni dysturin endaði við 5-0 heimasigri.

 

Tað er ikki so ofta komið fyri, at tað fleiri umfør undan kappingarenda hevur verið greitt, at 07 Vestur fer at halda fram í bestu deildini. Soleiðis er tað nú, og tað er eisini greitt, at dugnaligi svenski venjarin Magnus Powell fer at halda fram sum venjari í Vágum. Málið í Vágum er at menna liðið, so dagsskráin, heldur enn at stríðast fyri at flyta upp og at sleppa undan at flyta niður, skal snúgva seg um at kappast ovarligari á støðutalvuni. Tí hevur tað stóran týdning at runda hetta kappingarárið væl av.

 

Hjá 07 Vestur er álopsspælarin John Fagerström tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður í 2-0 tapinum í Runavík síðsta sunnudag.

 

Í HB er stór kapping um plássini. Heri H. Mohr varð mikukvøldið skiftur inn í seinna hálvleiki. Tað er sannlíkt, at hann í dag frá dystarbyrjan verður á vongverjanum í høgru.