Spælararnir fara sum drignir frá grunni av vøllinum í Fuglafirði, har tað hevur oysregnað.
Talan hevur verið um rættuligt mannfólkastríð við nógvum nærdystum. Úrslitið var 2-1, eftir at HB var frammanfyri 1-0 í 1. hálvleiki.
Høgni Zachariasen hjá ÍF gjørdi sjálvmál í 1. hálvleiki, og Fróði Benjaminsen økti til 2-0 við brotssparki.
ÍF minkaði um munin, tá ið vongverjin Áki Petersen smekkaði til, bólturin rakti Øssur Dalbúð og sigldi upp um Marcin Dawid og í málið.
So var rættuliga spennandi, og ÍF trýsti, men tað eydnaðist HB at halda tørn.
Fróði Benjaminsen og Kári Nielsen framdu megnaravrik sum verjukendir miðvallarar.
Nú restar HB eitt stig í at vinna FM.
Í síðsta umfari skal HB stríðast við grannarnar í B36!
---------
90 min.
1-2
Øssur Dalbúð hjá ÍF er rikin av vøllinum eftir seinna gula kortið.
Tríggir minuttir eru lagdir aftrat vanligu leiktíðini.
Innskifti Hanus Thorleifsson hjá HB er borin skaddur av vøllinum. HB spælir tískil við tíggju monnum, tí teir hava frammanundan nýtt allar tríggjar skiftingarnar.
----
85 min.
1-2
ÍF spennir álopsbogan høgt, og tað ber við sær, at HB hevur møguleikar at fara í vandamikil álop.
------
70 min.
1-2
ÍF hevur sett HB undir trýst, men enn hevur tað ikki eydnast at fáa mál, hóast fuglfirðingar hava spælt seg til málmøguleikar.
----------
60 min.
1-2
ÍF svaraði aftur tveir minuttir eftir, at HB hevði økt um leiðsluna til 2-0. ÍF vongverjin í høgru Áki Petersen royndi seg uttanvert brotsteigin. Bólturin rakti í Øssur Dalbúð, og frá honum sigldi bólturin omanfyri Marcin Dawid í HB málinum.
---------
55 min.
0-2
Fróði Benjaminsen umsetti brotsspark til mál. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin eftir at Símun Samuelsen varð feldur.
----
Hálvleikur
0-1
Stutt undan steðginum noyddist ÍF miðvallarin Karl Løkin at fara av vøllinum. Hann varð skaddur í nærdysti. Alexander Jovevic kom á vøllin í hansara stað.
-----
Nú tað resta fimm minuttir av 1. hálvleiki hevur HB styrkt seg í royndini at vinna FM heitið.
Málið varð skrásett sum sjálvmál, eftir at Símun Samuelsen og Rókur Jespersen áttu uppspælið. Møguleikin stóðst av misskiljing millum ÍF málverjan og liðformannin Høgna Zachariasen, sum var so óheppin, at hann at enda setti bóltin í egið mál.
Líkindini eru ikki batnaði, heldur tvørtur ímóti!
----------------
Eftir hálvan tíma er framvegis málleyst. Talan er um sera tætta uppgerð. ÍF spælararnir liggja seg tættir í HB miðvallarunum, og tað ber við sær, at tað eru nógv av aftur og fram og ikki so nógv spæl í brotsteigunum báðum.
---
Fyrsta bríkslið var klokkan 14.45.
Talan hevur fyrstu tíggju minuttirnar verið um rættuliga opna uppgerð við møguleikum í báðum endum.
Tað er nógv regn, og lotið er frískt.
Dómari: Lars Múller
ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Uni Reinert Petersen, Høgni Zachariasen, Jan Ellingsgaard - Karl Løkin, Fritleif í Lambanum - Dánjal á Lakjuni, Nenad Saric, Andy Olsen - Øssur Dalbúð
HB: Marcin Dawid - Levi Hanssen, Doddi, Vagnur M. Mortensen, Hendrik Rubeksen - Kári Nielsen - Rógvi Poulsen, Fróði Benjaminsen, Rókur Jespersen, Símun Samuelsen- Andrew av Fløtum